Keir Starmer nýggjur forsætisráðharri í Stórabretlandi

Nú kann Keir Starmer saman við familju síni flyta inni í forsætisráðharrabústaðin.

Keir Starmer er nú alment innsettur sum forsætisráðharri í Stórabretlandi.

 

Hetta er hent eftir rimmarvalið hjá Labour-flokkinum í gjár, sum noyddi konservativa forsætisráðharran, Rishi Sunak, at leggja frá sær.

 

Alment legði Rishi Sunak frá sær, tá hann var hjá Charles kongi fyrrapartin.

 

Nú hevur Keir Starmer alment tikið við sum forsætisráðharri og kann saman við familju síni flyta inni í forsætisráðharrabústaðin í Downing Street 10.

 

Á valinum tryggjaði Labour-flokkurin sær 412 sessir av teimum 650 sessunum í Undirhúsinum.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at við valinum er eitt tíðarskeið á 14 ár við konservativari stjórn í Stórabretlandi fyribils liðugt.

 

##med2##

 

 

 

Rimmar valið hjá Labour noyddi konservativa forsætisráðharran, Rishi Sunak, at leggja frá sær.