Kekkia kenna vit heilt væl

Fótbóltur: Allan Simonsen ætlar sær ikki at gera tær stóru broytingarnar, og hann roknar ikki við, at kekkararnir fara at spæla so nógv øðrvísi, enn teir gjørdu í fjør

Tað verður torført, men tað verður ikki so nógv torførari, enn tað plagar at vera. Og hesa ferð er tað, sammett við so nógvar aðrar ferðir, ein fyrimunur, at vit kenna mótstøðuliðið so væl.

Tað staðfestir Allan Simonsen, tá vit samrøða um uppgávuna, sum stendur fyri framman hjá landsliðnum. Sama kvøld sum Føroyar spældu í Bosnia-Hersegovina, spældi Kekkia venjingardyst móti Danmark. Allan Simonsen hevur hugt at tí dystinum, og sjálvt um hann veit, at Kekkia ikki fer at spæla á sama hátt móti Føroyum, sum teir spældu móti Danmark, so heldur hann, at avrikið í venjingardystinum kann brúkast sum greið ábending um, at føroyingar kunnu rokna við einum mótstøðuliðið, sum fer at spæla ikki so nógv øðrvísi, enn tað gjørdi fyri einum ári síðani.


Neyðugt at umskipa

Allan Simonsen harmast um, at Sámal Joensen ikki er við hesa ferð. Hann er vorðin fastur fúsur á miðvøllinum, har hann hevur víst seg at vera týdningarmikil saman við Julian Johnsson.

? Í útgangsstøðuni ynski eg at gera so fáar og smáar broytingar, sum tað ber til, men aftur og aftur vísir tað seg, at tað er neyðugt at gera broytingar, tí menn eru skaddir ella av øðrum orsøkum ikki kunnu vera við. Soleiðis er tað eisini hesa ferð, og so mugu vit finna fram til bestu loysnina, uttan at vit oyðileggja góðu rútmuna og skipingina av liðnum, sum vit sóu í Bosnia-Hersegovina. Tað er týdningarmikið, at vit taka støði í tí avrikinum og arbeiða víðari harífrá.

Venjarin vil ikki koma nærri inn á, hvussu hann ætlar at umskipa, og tað ber ikki til hjá okkum at gera metingar út frá venjingini. Dysturin verður ikki spældur fyrrenn í morgin, og tað verður ikki fyrrenn undir venjingini í dag, at tað fer at síggjast á uppstillingunum, tá teir fara at venja deyðbóltsstøður, hvør fer at spæla við.

Men tá útgangsstøði er, at fáar og smáar broytingar skulu gerast, so er talan um tveir spurningar. Annar er, hvør skal í plássið hjá Sámali Joensen, og hin er, hvør skal víkja, nú Todi Jónsson, sum tóktist væl upplagdur og stríddist nógv undir fyrrapartsvenjingini í gjár, er tøkur aftur.

Um eingin noyðist at sita uttanfyri, tí hann er skaddur, so verður verjan umleið tann sama, sum hon var, men tað kann vera, at Allan Mørkøre verður settur aftur á vongverjan, at Pól Thorsteinsson verður settur inn í miðverjuna (síðst røkti hann seruppgávu í høgra borði), og at Jens Kristian Hansen verður fluttur fram á verjukenda miðvallaraplássi. Tað kann eisini hugsast, at Pól Thorstseinsson verður settur í hetta plássið.

Síðst var Uni Arge fremsti maður, meðan John Petersen var aftanfyri hann. Báðir arbeiddu sum úlvar. John Petersen verður heilt víst á liðnum, og tað er ikki sannlíkt, at Uni Arge verður settur uttanfyri. John Petersen verður tí settur í sama leiklutin, sum hann ofta hevur havt, tá bæði Jan Allan Müller og Todi Jónsson hava verið við.

Tí kann tað vera, at hesir verða úti á vøllinum: Allan Mørkøre, Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Pól Thorsteinsson, Henning Jarnskor ? Julian Johnsson, Jens Kristian Hansen, John Petersen ? Uni Arge, Todi Jónsson.


Betri enn Bosnia

Á altjóða styrkislistanum er Kekkia nógv pláss omanfyri Bosnia-Hersegovina, og Allan Simonsen undirstrikar, at tað er einki at ivast í, at mótstøðuliðið í morgin er væl betri, enn tað, sum Føroyar 19. august taptu 1-0 ímóti.

? Tað er framvegis harmuligt, at vit taptu ta ferðina. Vit høvdu fingið teir at spæla akkurát soleiðis, sum vit vildu hava teir at spæla, og vóru vit eitt sindur hepnir, so vunnu vit, ella fingu vit í hvussu so er javnleik, tí tað líka sum lá í luftini tá, at her fór einki mál at koma.

Venjarin roknar við, at Kekkia fer at leypa á við stórari styrki, og so ræður um at hava verjupartin væl skipaðan, samstundis sum tað verður syrgt fyri, at úrtøka fæst burturúr mótálopsmøguleikunum, sum heilt víst fara at koma.