Venjarin hjá kekkiska fótbóltslandsliðnum eitur Jozef Chovanec. Men hann sat ikki á kekkiska beinkinum sunnudagin. Hann hevur áður verið venjari hjá Sparta Praha, og í sambandi við ein Europa Cup dyst hevur UEFA givið honum leikbann, sum hann noyddist at sita av sær fyrstu ferðina, landsliðið royndi seg í undankapping, eftir at hann í januar í ár tók landsliðsábyrgdina á seg.
At siga, at hann sat leikbannið av sær, er so nógv sagt, tí hann stóð alla tíðina fram við girðingini dygst við kekkiska beinkin, og Karel Bückner, ein av hjálparvenjarunum, sum er ein gomul rotta í fakinum, og sum hevði høvuðsábyrgdina á beinkinum hesa ferð, gekk aftur og aftur yvir til venjaran at tosa við hann um, hvat nú var til ráða at taka, og sum 2. hálvleikur leið gjørdust hesar útferðirnar alt títtari.
Á tíðindafundinum aftaná at alt var yvirstaðið, var 58 ára gamli Brückner sjálvandi fullur av lovorðum yvir føroyska avrikið, sum hann helt staðfesti veruleikan, sum longu sást í úrslitunum í nógvum undankappingardystum leygardagin, at í altjóða fótbólti ber illa til longur at tosa um lættar dystir. Venjarin segði seg vera glaðan fyri stigini, og hann segði mjørkan í hvussu so er vera ein part av orsøkini til, at hansara lið ikki megnaði at skjóta fleiri mál.
Føroyska pressan vildi vita, um hann var glaður fyri mátan, sum hansara lið hevði fingið sigursmálið uppá, og gamli revurin varðveitti pokerfjesið og svaraði, at kekkar vita alt um fair play, men at hann metti ikki, at støðan, sum bar málið við sær, var ein støða, har tað var upplagt at geva mótpartinum bóltin.
Vit kunnu bara staðfesta, at um hetta er veruliga áskoðanin hjá venjaranum, so síggja kekkar øðrvísi uppá henda spurningin, enn føroyingar, danir, eingilskmenn, týskarar og aðrir europearar gera. Og tað kann gott vera, at eystureuropearar síggja øðrvísi uppá hetta. Tá Ujépest úr Ungarn í fjør var á Svangaskarði og spældi móti KÍ, sóu vit akkurát somu støðu, sum henda nógv umrødda. Ta ferðina var KÍ miðskeiðis í 2. hálvleiki frammanfyri 2-1, tá ungverjarnir ikki góvu bóltin aftur til mótstøðumenninar, sum høvdu latið hann fara av vøllinum, tí ein maður var skaddur.