Amerikanska stjórnin hevur umrøtt møguleikan at senda eina størri upphædd til allar grønlendingar fyri at sannføra teir um at loysa frá Danmark.
Tað siga fýra amerikanskir embætismenn við Reuters – sum allir vilja vera dulnevndir.
Tvær av keldunum søgdu, at upphæddir millum 10.000 og 100.000 dollarar fyri hvønn persón høvdu verið á borðinum.
Ógreitt er, hvussu eitt slíkt eingangsútgjald fór at verða framt, men endamálið vildi verið at fingið Grønland at loysa og síðani at velja at gerast partur av USA, verður sagt.
Hugskotið um at geva pening til allar teir umleið 56.000 íbúgvarnar í landinum er eitt uppskot til, hvussu USA kundi roynt at "keypt" Grønland.
Í fleiri umførum hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, sagt, at USA hevur brúk fyri Grønlandi av tjóðartrygdarávum.
Hann hevur skotið upp, at USA kundi keypt Grønland frá Danmark, sum bæði Danmark og Grønland staðiliga hava víst aftur.
Trump hevur eisini verið spurdur um møguleikan at yvirtaka Grønland við hermegi, sum hann ikki hevur víst aftur.
Sunnudagin fingu útsøgnirnar hjá Trump atfinningar frá Jens-Frederiki Nielsen, formanni í stjórnini í Grønlandi.
Hann kallaði útsøgnirnar fyri virðingsleysar.
– Nokk er nokk. Ikki meira trýst. Ikki fleiri ábendingar. Ikki fleiri fantasiir um anneksión, skrivaði hann.
Á danskari síðu hevur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, heitt á USA um at steðga tí, sum hon nevnir hóttanir móti einum nærmastu sameindu hjá USA.
Reuters hevur biðið um viðmerking frá Hvítu Húsunum til umrøddu ætlanir um at senda pening til grønlendingar.
Hvítu Húsini vísa til útsagnir hjá tíðindaskrivaranum Karoline Leavitt mikudagin.
Hon segði á tíðindafundi, at Trump og hansara trygdarráðgevar "hyggja at, hvussu eitt møguligt keyp kann síggja út".
Danska sendistovan í USA vil ikki gera viðmerkingar til útsagnirnar hjá teimum fýra keldunum.
Ritzau/Reuters











