Keldan í Skálafirði á danskari pornosíðu

Hvat hava Svenning á Lofti, Fríðtór Debes og Kvartettin í Betesda at gera á eini danskari pornusíðu?

Hvat hava Svenning á Lofti, Fríðtór Debes og Kvartettin í Betesda at gera á eini danskari erotiskar síðu?

 

Jú, tað er tað tú kanst fáa, tá tú velur at lýsa á útlendskum heimasíðum, sum bjóða bíligar lýsingar, sum kunnu síggjast á fremmandum heimasíðum – men tó bara í Føroyum og við føroyskum IP adressum.

 

Tíðin broytir alt – eisini lýsingarmarknaðin. Gongdin er, at lýsingar hvørva úr kendum miðlum sum útvarpi, sjónvarpi og bløðum á talgildar miðlar. Stórir útlendskir aktørar gera sær dælt av hesum – og soleiðis ber eisini til hjá føroyskum lýsarum at fáa bílig lýsingarpláss á ymsum útlenskum síðum. Hvørjum síðum, lýsingin endar á, veit helst eingin.

 

Valla er tað málbólkurn hjá Svenningi, Fríðtóri, Ekklesia og Betesda at lýsa á donskum heimasíðum, sum skriva um murtastøddir og sexlív. Men veruleikin er, at evangeliska møtirøðin í Kelduni í Skálafirði 14. til 23. november verður lýst á eini slíkari síðu.