Kelduvatn úr Norðoyatunlinum

Klaksvík: Umsitingin í Klaksvíkar kommunu hevur í eina tíð arbeitt við møguleikanum at taka kelduvatn úr Norðoyatunnlinum.

Slíkt arbeiði kostar sjálvandi pening, og fyri at koma víðari við kanningararbeiðinum, er neyðugt við størri fíggjarligari heimild, og tí hevur umsitingin gjørt eina kostnaðarmeting.
Mælt verður her býráðnum til at 500.000 kr. til verkætlanina, og at peningurin verður tikin av íløgukontuni "ymist í samband við Norðoyatunnilin". Og hetta hevur nú býráðið endaliga samtykt.