Kemiin við restina av leiðsluni passaði ikki

FM1: Tí valdi nevndin í Betrisamtakinum at siga forstjóranum, Ben Arabo, úr starvi.

Tíðliga seinnapartin boðaði nevndin í Betri-samtakinum frá, at Ben Arabo var sagdur úr starvi sum forstjóri í samtakinum. 

 

Aslaug C. Gisladóttir, nevndarforkvinna í Betri-samtakinum sigur, at tað vóru samstarvstrupulleikar við restina av leiðsluni í Betri-samtakinum, sum kostaði Ben Arabo, forstjóra, starvið.

 

Tað segði hon í samrøðu við FM1 seinnapartin. Hon segði samstundis, at tað ikki vóru trupulleikar millum forstjóran og nevndina.

- Samstarvstrupulleikarnir eru meiri niður í samtakið, sigur hon og ásannar, at tað er ógvuliga óheppið, at muga siga forstjóranum úr starvi so stutt eftir, at hann er settur.

 

Les eisini: Høvuðsmenninir hava onga viðmerking

 

Hon váttar, at ein stórur partur av orsøkini til, at Ben Arabo varð sagdur úr starvi, var at kemiin við restina av leiðsluni ikki passaði.

 

Teitur Nolsøe Poulsen valdi eftir nevndarfundin í gjárkvøldið at taka seg úr nevndini, tí hann var ónøgdur við avgerðina. Aslaug C. Gisladóttir sigur, at tað var einans Teitur Nolsøe Poulsen, sum var ímóti at siga Ben Arabo úr starvi, og sigur, at tað síðani var hansara avgerð at taka seg úr nevndini.

 

Les eisini: Ben fær 5,2 milliónir krónur í fráfaringarløn

 

Annars sigur hon, at tað er upp til Umboðsráðið at avgera, um nakar skal veljast í nevndina í staðin fyri Teit Nolsøe Poulsen og Birgir Nielsen, sum segði seg úr nevndini fyrst í august. Jákup Egholm Hansen formaður í Umboðsráðnum, segði fyrr í dag við in.fo, at hetta hevur umboðsráðið ikki tikið støðu til enn.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Aslaug Gisladóttir á FM1.