Kemilux nýggjur stórstuðul hjá HSF

Hondbóltssambandið og Kemilux hava í dag skrivað undir samstarvsavtalu, har Kemilux verður ein av stórstuðlunum hjá HSF í 2024 og 2025.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF og Debes Petersen, stjóri í Kemilux, hava í dag undirskrivað sáttmálan, sum eisini inniber, at Kemilux verður ein av sjónligu stuðlunum á klæðunum hjá landsliðnum.

 

“Vit hjá Kemilux eru sera errin av føroyska landsliðnum, og sum føroysk fyritøka vilja vit fegin stuðla og samstarva, soleiðis at tað gagnar føroyska samfelagnum. Hondbólturin hevur verið eyðsýndur seinastu árini, og stoltleikin røkkur út til allar Føroyar, og varpar ljós á føroyska landsliðið utttanlands. Saman standa vit sterk, og við at stuðla HSF, eru vit við til at tryggja gróðrarlíkindi hjá hondbóltinum, bæði í Føroyum og uttanlands” sigur Debes Petersen, stjóri í Kemilux.

 

Gunn Elefsen fegnast um sáttmálan. “Kemilux er ein spennandi føroysk fyritøka, sum framleiðir føroyska sápu í Føroyum. Vit eru ógvuliga fegin um, at tey eisini vilja tryggja og støðugt menna føroyska hondbóltin, við at vera stórstuðul hjá okkum komandi 2 árini” sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.

 

Sáttmálin er galdandi í 2024 og 2025.