Nýggj salon
Tórshavn: Tær hava rokast óført. Karin Sólsker, Elisabeth M. Johannesen og Ingrid Heinesen Hofgaard hava seinastu vikurnar stríðst av øllum alvi, soleiðis at nýggju hølini í Brekkugøtu, har tannlæknastova eisini er, kunnu vera klár, nú mars mánaði er um at verða hálvrunnin.
Tað er 36 ára gamla Karin Sólsker, sum stendur fyri nýggju salongini, men hóast talan er um nýggja klippistovu, so hevur Karin sjálv nøkur ár á baki í fakinum.
- Eg byrjaði í læru hjá Tótu á heysti 1986, so tað eru um at verða 20 ár síðani. Og so havi eg mest sum verið í fakinum síðani. Fyri knøppum trimum árum síðani royndi eg meg tó sum pedagog, men eg sá tó skjótt, at tað ikki akkurát var tað, sum eg tímdi best, heldur hon.
- Hinvegin haldi eg eisini, at eg lærdi nakað av hesum árinum. Ikki minst tað, at tað veruliga var hárfríðkunaryrkið, sum eg brendi fyri, um eg kann siga tað so.
Gamal dreymur
Og hóast hon fyri tað nógva hevur starvast hjá Tótu, so dylir Karin ikki fyri, at hon eisini hevur havt eitt ynski um at arbeiða fyri seg sjálva.
- Tað royndi eg sum so beint eftir at eg var útlærd. Men tað var í eini lítlari salon í Sørvági, har eg var einsamøll, og tað treivst eg ikki so væl við. Mær dámar betri, tá tað er gongd í gerandisdegnum, og ikki minst hevur samveran við starvsfelagar eisini nógv at týða. So skuldi tað verða, so vildi eg hava eina ordiliga salon.
Vilja fylgja við
Og tað ynskið hevur hon nú eisini fingið uppfylt. Longu frá fyrsta degi verða tær báðar, Ingrid og Elisabeth aftrurat Karin á salonini, umframt Ann Leivsgarð Henriksen, sum alt fyri eitt byrjar sum lærlingur. Og nýklækti stjórin hevur eisini góðar vónir um, at tær fara at hava nokk at gera.
- Eg haldi í øllum førum, at vit liggja væl fyri. Tá parkeringsøkið við J. Paturssonargøtu verður liðugt, er talan bert um ein heilt stuttan gongutúr til salonina, so tey viðurskiftini eru í øllum førum í lagi. Og so leggja vit okkum eisini eftir at fylgja við mótanum. Sjálv eri eg von við, at skeið í eitt nú London og Keypmannahavn eru ein støðugur partur av fakinum, soleiðis at vitanin alla tíðina verður útbygd og hildin viðlíka, og tað er so avgjørt nakað, sum vit allar ætla okkum at halda fram við, staðfestir hon.
Og tað er einki at fara skeivur í, at umstøðurnar innanveggja eru í topp. Hølini eru fullkomuliga gjørd av nýggjum, og nógv er lagt fyri, til tess at bæði kundar og starvsfólk skulu kenna seg væl.
Mikudagin verða dyrnar so lætnar upp, tá móttøka er á skránni frá 15 til 17, og hósmorgunin verður so fyrsti arbeiðsdagurin hjá Karin í nýggju hølunum. Hølunum, har dreymur hennara nú skal standa sína roynd.