Advokatur sigur seg kunna dokumentera, hvussu nýtslan av gjaldkorti hjá 19 kendum fólkum vóru eftirhugt og misnýtt.
Ein bólkur av kendum fólkum seta nú fram krav um endurgjald í milliónaklassanum fyri ólógliga eftirlitið, sum Se og Hør hevði við nýtslu teirra av gjaldkortum í fleiri ár.
Vegna tey 19 kendu hevur Brian Larsen, advokatur, stevnt Aller Medie, tveimum fyrrverandi blaðstjórum og teirri sonevndu tys-tys-kelduni.
Afturat hesum kemur eitt endurgjaldskrav ímóti gjaldkortfelagnum Nets.
– Tilsamans snýr tað sum eina upphædd í milliónaklassanum. Tað kann vera, at tað verður regulerað upp ella niður undir rættarmálinum, sigur Brian Larsen, sum ikki vil koma nærri inn á, hvussu stórt endurgjaldskravið er.
Hann umboðar millum annað sjónleikararnar Mads Mikkelsen og Casper Christensen. Eisini Rigor Zobel og Remee eru millum klientar hansara.
Tað hevur verið roknað við kravi um fíggjarligt endurgjald eftir stóra Se og Hør-málið, sum hevur verið størsta fjølmiðlagøla í danmarkarsøguni.
Í november í fjør vórðu fleiri fólk dømt í málinum, eitt nú fyrrverandi ábyrgdarblaðstjórin, Henrik Qvortrup og Kim Henningsen.
Undir rættarmálinum í Glostrup greiddu fleiri av teimum órættaðu frá, hvussu loyniliga eftirlitið hjá vikublaðnum hevði ávirkað lív teirra.
Eitt nú kundi sjónvarpsverturin Line Baun Danielsen greiða frá um evnini hjá journalistum frá Se og Hør altíð at kunna finna hana. Og um hvussu tað fekk hana at ivast í sínum nærmastu.
– Har var misálit, og har var mistrúgv, segði sjónvarpsverturin, sum einaferð gjørdist so paranoid, at hon legði unnasta sín undir at tippa Se og Hør.
Frágreiðingin var tó ein heilt onnur. Nemliga, at eitt KT-fólk hjá Nets í fleiri ár hevði eftirlit við, hvussu hon brúkti sítt gjaldskort. Upplýsingarnar seldi hann til Se og Hør, sum á tann hátt kundi jagstra tey kendu.
Tilsamans verður hildið, at yvir 100 kend fólk hava verið undir hesum eftirliti hjá Se og Hør, og tað eru mong teirra, sum nú krevja endurgjald.
Brian Larsen, advokatur, upplýsir, at han umframt tey 19 eisini umboðar fleiri onnur kend, og at talan helst eisini verður um krøv frá teimum.
Tað hevur fyrr verið frammi, at tann radikali ES-tingmaðurin Morten Helveg Petersen krevur endurgjald upp á fjórðingsmillión.
/ritzau/