Andy Williams doyði í gjár av krabbameini í bløðruni. Maðurin handan Moon River gjørdist 84 ár.
Sangarin Andy Williams er deyður í sínum heimi í Branson, Missouri, eftir at hann leingið hevur stríðst ímóti krabbameini.
Sangarin gjørdist 84 ár.
Andy Williams var ein sokallaður croonari, sum sang løg sum In the Arms of Love, Butterfly og Happy Heart, men hann er mest kendur fyri lagið Moon River frá filminum Breakfast at Tiffanys.
Moon River frá 1962 gjørdist kendasta lagið hjá Andy Williams, sum uppkallaði sítt sjónleikarhús eftir sanginum.
Upp í gjøgnum 60ini var hann eisini sjónvarpsvertur í The Andy Williams Show.
Í November í 2011 greiddi sangarin frá, at hann hevði krabbamein. Í juli fór hann úr sjúkrahúsinum fyri at nýta sína seinastu tíð saman við familjuni.
Hetta veit heimasíðan hjá Ekstra Blaðnum í dag.