Kenn

Ferðavinnan liggur í kenni. Hendan raksturin vænta tey at fáa væl av útlendskum stuttleikafiskarum, sum ætlanin er at fáa hendanveg at leggja pengar eftir seg

Tað tekur hjá Ferðaráðnum í løtuni. Hendan seinasta raksturin eru tað útlendskir stuttleikafiskarar, sum teir hava havt undir í royndini at fiska eftir fremmandafólki, sum fáast skulu hendanveg at ferðast.
Ferðaráðið fer nú undir at samskipa stuttleikafiskiskapin á sjónum. Ein faldari, sum lýsir teir møguleikar, vit hava at bjóða á økinum, er klárur til prentingar og verður lagdur fram á komandi VestNorden Travel Mart stevnu, sum verður hildin í Keypmannahavn í heyst.
Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráði Føroya, sigur, at hann væntar, at stuttleikafisking á sjónum kann gerast eitt gott íkast til føroysku ferðavinnuna.
Møguleikarnir eru góðir fyri at fáa fremmandafólk hendanveg at halda snøri - ella helst at fara á flot við tráðu. Serliga stórur er áhugin fyri slíkum millum týskarar, men eisini bretar eru væl við, sigur hann.
Og tað er júst her, satsað verður í løtuni, vísir hann á. Smyril Line leggur seg eftir at fáa nógvar týskarar við Norrönu, og Atlantsflog leggur sínar rutur til Bretlands.
Smyril Line ætlar at satsa stórt fyri at fáa hesar stuttleikafiskararnar hendansveg, segði marknaðarleiðarin hjá felagnum í sjónvarpskjakinum týskvøldið. Eisini nýggi stjórin í felagnum helt hendan málbólkin vera verdan at fáa undir.
Men tað, hann segði um, at norðmenn hildu tað vera vorðið ov nógv av tí góða við øllum týskarunum, sum liggja við tráðu á norsku firðunum. Teir taka so nógvan fisk, segði stjórin á Smyril Line, at norðmenninir eru farnir at órógvast. Kortini helt hann, at tað eigur at bera til at fáa teir hendanveg.
Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráðnum, óttast ikki fyri at teir fara at oyða okkara grunnar, um teir koma til Føroya at ferðast og fiska.
?Lat okkum taka í móti teimum og siga takk, um teir koma fleiri, sigur hann. Talið fer at avmarka seg sjálvt. Tí beri eg ongan ótta fyri. Nú skulu vit síggja tíðina ann og vita, hvussu tað kann útvikla seg, sigur ferðavinnustjórin.
Hetta við stuttleikafisking á sjónum er ikki nakað nýkmið, vísir Heri Niclasen á. Tað er longu roynt nógvastaðni í Føroyum, og fleiri bátar eru, sum refluliga eru á floti við ferðafólki, ið so eisini kasta fram við landi, tá tað verður ynskt.
?Tað, sum nú hendir, sigur hann, er at vit fara at royna at samskipa tað betri og menn produktið. Í fyrsta lagi við hesum faldaranum, sum lýsir møguleikarnar so sum leiðir og líkindi, bátar, sum avmyndaðir eru bæði innan og uttan o.s.fr, sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya.