Kennir onkur nøvnini?

Her er ein mynd av nøkrum av manningini á trolaranum Stella Argus. Myndin er helst tikin nakað eftir kríggið.

Vit kenna okkurt av nøvnunum, men fleiri mangla. Her er tað sum vit vita, f.v.: 1. Tummas Thomassen (Kvívíks Tummas), skipari, 2. Hans Egholm, 3. ókendur (beiggi Wenzel Petersen, búði í Runavík?), 4. ókendur, 5. Djóni Thomassen í Kvívík, 6. Arnold ?, 7. Valdemar ? (úr Nólsoy), 8. Eli ?, 9. ókendur (av Skarvanesi).


Teksturin er skrivaður eftir upplýsingum frá Eli Petersen í Havn sum eigur myndina. Eli kundi hugsað sær at fingið tey røttu nøvnini á monnunum og hvar teir eru frá.

Tá vit hava fingið nøvnini upp á pláss, seta vit myndina aftur í blaðið við røttu nøvnunum. Um onkur kennir menninar, er viðkomandi vælkomin at ringja til á tel. 341844 ella 216135.