- Kennist fantastiskt

Tað sigur Liljan Djurhuus um at kunna fara í jólaferiu frá hondbóltinum við einum 27-26 sigri á Stjørnuni. Avgerandi málið kom trý sekund fyri tíð upp á brotskast, sum Sarah Hansen skoraði.

 

Liljan átti sín stóra lut í, at VÍF/Tjaldur í kvøld vann á Stjørnuni í einsamalla dystinum í fremstu deildini hjá kvinnum. Adina Petrea er framvegis ikki við vegna skaða, men við níggju málum megnaði Liljan at lyfta felagsliðið. Stjørnan var annars tvær ferðir greitt á odda, men báðu ferðir megnaði VÍF/Tjaldur at reisa seg.

 

- Vit gevast at hugsa um hvørjum vit spæla ímóti, og so vísur tað seg at vit kunnu gott, sigur Liljan Djurhuus.

 

Hoyr samrøðu við dagsins toppskjútta undir greinini.

 

Mynd: (Savnsmynd) Liljan Djurhuus(t.v.) og Heidi Sevdal eru í dag liðfelagir