Kenslulig møði fær umsorganarstarvsfólk at brenna út

Stórt trot er á starvsfólki til umsorganararbeiði, men torført er at fáa fólk at søkja størvini og at halda fram í arbeiðinum. Ein granskingarverkætlan skal nú royna at fáa umsorganarstarvsfólk at trívast betur í arbeiðinum og forða fyri, at tey kensluligu krøvini fáa tey at brenna út.

Eftir Dagmar Joensen-Næs

Fleiri og fleiri føroyingar gerast eldri og fáa tørv á røkt og umsorgan. Samstundis eru tað færri, ið velja umsorganararbeiði sum sítt lívsstarv. Og fleiri teirra, sum starvast við fólki, ið krevja røkt, verða ikki leingi í størvunum, men leita burtur til annað arbeiði. 

Trotið á starvsfólki til umsorganararbeiði er ein álvarsligur trupulleiki ikki bert fyri tey, ið hava tørv á røkt og umsorgan, men eisini fyri alt samfelagið. Hendan trupulleikan ætla Annika Helgadóttir Davidsen og Esther Djurhuus, ið báðar eru sálarfrøðingar, at kanna nærri og royna at finna loysnir fyri. 

Tær hava fingið 1,4 millión kr. í stuðli frá Granskingarráðnum til eina granskingarverkætlan, sum skal kanna, um toymisinterventión við sálarfrøðiligum tryggleika kann betra um sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá umsorganarstarvsfólki.  

Granskingin verður skipað sum ein ph.d. verkætlan, ið Esther Djurhuus, sálarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum, fer at standa fyri. Annika Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum, verður vegleiðari  hjá henni saman við Pál Weihe, professara á Fróðskaparsetrinum, og Elisabeth Huidtfeldt Madsen, seniorgranskara á Syddansk Universitet. 

 

##med2##

Tyngjandi at arbeiða við fólki

Fleiri orsøkir eru til, at ov fá velja umsorgan sum sína yrkisleið. 

- Lønarlagið er lágt, og arbeiðið er ikki høgt í metum. Orðið umsorgan leggur meira upp til menniskjansligar dygdir enn til fakligar førleikar. Nógv hava enn eina fatan av, at umsorgan fyri øðrum er nakað, ið er natúrligt serliga hjá kvinnum, heldur enn eitt veruligt yrki, sigur Annika Helgadóttir. 

Ph.d. verkætlanin fer serliga at snúgva seg um, hvat kann gerast fyri, at umsorganarstarvsfólk í størri mun støðast í størvum sínum.

Ein nýggj stór kanning av arbeiðsumhvørvi í Føroyum, sum Annika Helgadóttir Davidsen hevur staðið fyri, vísir, at nógvar kvinnur í umsorganarstørvum eru raktar av kensluligari møði.  

- Vit vita, at kensluligu krøvini í umsorganararbeiði eru høg. Tað er tyngjandi at arbeiða við fólki, og tað kemur ofta óvart á starvsfólk, hvussu tyngjandi kensluligu krøvini kunnu vera. 

- Tey flestu, ið arbeiða við fólki, kenna til kensluliga møði í tíðarskeiðum, men finna so stevið aftur. Men nøkur verða so hart rakt av umsorganarmøði, at tey velja at fara úr starvi og heldur gera okkurt heilt annað, sigur Annika Helgadóttir Davidsen. 

Kensluligu krøvini eru ein natúrligur partur av umsorganararbeiði, sum starvsfólk mugu læra at liva við.

 - Umsorganarstarvsfólk eru noydd at involvera seg kensluliga í sínum arbeiði. Tað er ein treyt í arbeiðinum, og loysnin er ikki at lata vera við at involvera seg, men at finna ein máta at gera tað minni tyngjandi, sigur Annika Helgadóttir.  

Nógv umsorganarstarvsfólk megna væl at arbeiða við fólki, ið eru illa fyri, uttan sjálvi at fáa trupulleikar av tí. 

- Tey flestu klára fínt at fara inn og út úr kenslunum. Tey verða ávirkaði av teimum støðum, tey møta, men megna at handfara tað og koma til arbeiðis dagin eftir uttan nakran trupulleika. 

- Men hjá summum koma søgurnar og kenslurnar hjá fólki, ið tey skulu veita umsorgan, innum á ein óhepnan hátt. Tey taka tær heim við og kunnu verða ávirkaði í sínum egnu sambondum. Tey verða útlúgvaði og máttleys og kunnu fáa eyðkenni, ið líkjast tunglyndi, sigur Annika Helgadóttir Davidsen.

Um starvsfólk verða rakt av umsorganarmøði, kann tað eisini ávirka arbeiðsuppgávurnar. 

Tosa um strævnar kenslur 

Fleiri átøk eru, sum kunnu forða fyri, at fólk í umsorganarstørvum brenna út vegna kensluliga møði. 

- Vit vita, at útbúgving hjálpir, og at arbeiðsmentanin hevur nógv at siga. Tað hevur stóran týdning, hvussu arbeiðstoymini verða skipað, og hvussu starvsfólk tosa saman um tær strævnu kenslurnar, sigur Annika Helgadóttir.  

Fleiri arbeiðspláss eru tilvitað um at lofta starvsfólkum, ið koma út fyri krevjandi støðum. Serliga tá tað snýr seg um ógvisligar hendingar. 

- Fleiri staðni eru ætlanir gjørdar fyri, hvussu starvsfólk kunnu fáa sálarfrøðiliga hjálp, tá tey hava verið fyri stórum álvarsligum hendingum. Men tað er eisini týdningarmikið at halda eyga við tí, sum hendir, tá starvsfólk áhaldandi møta krevjandi støðum og spakuliga verða ávirkaði. Tað kann vera minst líka vandamikið sum tann stóra kreppan, sigur Annika Helgadóttir Davidsen. 

Tiltøk, sum kunnu lætta um kensluligu møðina hjá umsorganarstarvsfólki, kunnu setast í verk á fleiri stigum. 

- Starvsfólk eru ymisk og hava ymiskar søgur og lívsroyndir, sum kunnu geva teimum mátar at handfara tey kensluligu krøvini. Men tað er eisini sera týdningarmikið, at starvsfelagar hjálpa hvørjum øðrum. Tað er umráðandi at tosa við sínar starvsfelagar um tað, sum hendir, og at toymir ella deildir gera ætlanir fyri, hvussu farast skal fram, tá ið onkur hevur tað trupult kensluliga.

- Harumframt hevur tað eisini týdning, hvussu leiðslan skipar arbeiðsplássið. Til dømis við at starvsfólk ikki eru einsamøll á vakt, sum vit vita kann hava eina verri ávirkan, tá krevjandi støður taka seg upp, enn um tey hava eitt toymi rundan um seg, sigur Annika Helgadóttir Davidsen.

Kanningarnar, ið ætlanin er at gera, fara ikki bert at snúgva seg um umsorganarstarvsfólk, ið arbeiða við eldri og óhjálpnum ella við børnum. 

- Vit ætla at fevna um kensluliga møði í sambandi við umsorgan í breiðari merking. Kenslulig krøv eru eisini ein partur av arbeiðinum hjá øðrum starvsbólkum,  sum í sínum arbeiði koma í samband við fólk, ið eru undir trýsti ella í neyð. Tað kann til dømis vera løgreglufólk, starvsfólk í varðhaldinum, sálarfrøðingar og læknar. 

- Talan kann eisini vera um starvsfólk, ið verða óbeinleiðis rakt. Tað kann til dømis vera skrivarar ella hjásitar á sjúkrahúsinum, sum ikki hava beinleiðis samband við fólk, ið líða neyð, men hoyra teirra søgur. Tað verður nevnt sekunder traumatisering. Tað er munur á, hvussu hart ymsu starvsfólkini verða rakt, men kenslurnar kunnu vera tær somu, sigur Annika Helgadóttir Davidsen. 

Sálarfrøðiliga trygg toymir

Granskingarverkætlanin um umsorganarmøði fer serliga at snúgva seg um, hvussu toymir kunnu stuðla starvsfólkum, ið hava truplar kenslur. 

- Vit vita, at umsorganarstarvsfólk verða ávirkað kensluliga, tí tað er ein treyt fyri arbeiðinum, og vit eru ikki yvirmenniskjur. Tað er ógvuliga týdningarmikið at tosa við onnur um tað. Tað kann gerast á ymsan hátt, men ein góður máti er at gera tað í einum bólki saman við starvsfeløgum, sigur Annika Helgadóttir. 

Ætlanin er at gera royndir við at styrkja toymir á arbeiðsplássum, har starvsfólk arbeiða við umsorgan á ymsan hátt. Sálarfrøðingar skulu leiða toymini í fýra mánaðir og skapa eitt trygt forum, har starvsfólk kunnu seta kensluligu krøvini á skrá og tosa um millum annað, at arbeiðið kann vera strævið, og at mann onkuntíð ger mistøk.

 - Endamálið er at loyva starvsfólkunum at sleppa av við tað, sum er, og at kenna seg aftur í tí, sum hini uppliva, so tað verður normaliserað. Handfaringin av kenslum skal liggja hjá starvsfeløgum og leiðslu á arbeiðsplássinum og ikki takast heim við, har tað kann fáa óhepna ávirkan á tað privata lívið, sigur Annika Helgadóttir. 

Samrøður skulu eisini vera við leiðaran á deildunum. 

- Fyri at verkætlanin skal eydnast, hevur tað stóran týdning, at leiðarin eisini er ein partur av tilgongdini. Tí verða leiðararnir bjóðaðir undirvísing í høgum kensluligum krøvum og sálarligum tryggleika, sigur Esther Djurhuus.  

Ætlanin er at fylgja gongdini í styrktu toymunum og samanbera hetta við onnur toymir, har einki verður broytt. Umsorganarmøðin hjá starvsfólkunum verður mátað áðrenn og aftaná, at royndirnar verða gjørdar við at styrkja toymini.

Finna javnvágina  

Endamálið við granskingarverkætlanini um umsorganarmøði er eisini at varpa ljós á umstøður og kenslulig krøv hjá umsorganarstarvsfólkum.

- Tað hevur eisini týdning at vísa á, at tað eru nógv, sum trívast ógvuliga væl í hesum størvunum. Gransking vísir eisini, at tað at hava áhuga fyri og kunna hjálpa øðrum fólkum gevur eitt grundleggjandi nøgdsemi og er ein av orsøkunum til at velja hesar yrkisleiðir.

- Okkara verkætlan snýr seg um at minka um møðina, ið kann vera knýtt at arbeiðinum. Men tann fakligi vinkulin er eisini sera týdningarmikil, og vit vilja vísa, at har er meira í uppgávuni, enn tey flestu geva sær far um. Tað kann vera ómetaliga gevandi at arbeiða við menniskjum, men tað er umráðandi at halda javnvágina í arbeiðinum, sigur Esther Djurhuus. 

 

##med3##

##med4##

​​​​​​

 

Úr blaðnum Vísindavøka, Sosialurin 13. september 2024