Kent skip funnið við Grønland

Eitt amerikanskt rannsóknarskip hevur funnið tað kenda pólskipið Terra Nova á havsins botni við Grønland. Terra Nova er skipið, sum enski pólfarin Robert F. Scott brúkti, tá hann fór til Antarktis í 1910.

-Terra Nova er eitt av teimum best kendu skipunum, og tað hevur eina langa og áhugaverda søgu. Harafturat varð skipið mett sum eitt tað besta dømið um tann serloiga skotska byggistílin, sigur Anne Rief á Fram Museum í Oslo við NRK. Terra Nova, sum var næstan 60 metrar langt, varð upprunaliga bygt sum hvalabátur í 1884.

Robert F. Scott og hansara menn fóru við Terra Nova úr Cardiff í 1910. Málið var, at teir skuldu koma á Suðurpólin sum teir fyrstu. Men tá teir loksins komu hagar í 1912, mátti Scott staðfesta, at hann hevði tapt kappingina við norðmannin Roald Amundsen og hansara menn. Robert F. Scott doyði á veg frá pólinum.

Terra Nova kom aftur til Onglands, men í 1943 sakk skipið í Arktis.