Ketner skeið á Tekniska Skúla

Týskvøldið 12 og mikukvøldið 13 mars, høvdu umboð frá donsku fyritøkuni, Axel Ketner A/S, ið m.a. selja autoelektriska útgerð til bilkverkstøð, eitt evniskvøld á bildeildini á Tekniska Skúla í Havn. Høvuðsevnið hesi kvøldini var OBD og EOBD, ið er ein skipan sum sigur frá um bilarnir dálka ov nógv.

Trý umboð frá donsku Ketner fyritøkuni vóru her og sýndu fram tað nýggjasta innan útgerð til at finna brek í bilunum, sum gera at teir dálka meira enn teir eiga. Endamálið við OBD (On Bord Diagnosis) og EOBD (Europæisk On Board Diagnosis) er til dømis eitt støðugt eftirlit við øllum komponentum, ið kunnu ávirka dálkingina úr útstoytinum, skráseting av brekum, sum hava við útstoytsgassið at gera, goymsla av upplýsingum um brek, sum koma fyri, og møguleikan at fyri at avlesa goymd brek.
Onnur útgerð
Eisini varð útgerð sýnd fram, ið verður brúkt til onnur endamál, eitt nú til at finna brek í elektriska kervinum, sum til dømis í ABS, EDS og ESB bremsuskipanum, eisini hentleikaskipanum, so sum sentrallásum, el-rútavindarum, tjóvaríalarmum o.a. ið er ávirkað av dataskipanini, ið kallast CAN-Bus.
OBD EOBD og MIL
Amerikanska OBD skipanin, ið kom í gildi fyrst í 90-árunum, og evropeiska skipanin, EOBD, skulu skiljast sum diagnosuskipanir, ið eru innbygdar í bilin, til at ansa eftir at tær skipanir sum avmarka útlátið, og harvið umhvørvið, virka sum tær skula. EOBD kravið sigur, at allir bilar skulu vera útgjørdir við MIL (Malfunction Indicator Light), ið er ein gul lampa, sum sigur frá um brek er í skipanini. Skipanin ansar t.d. eftir katalysatorinum, luftslanguni til bensintangan og motorgongdini.
Strong krøv
Orsakað av tí alsamt vaksandi dálkingini verða sera strong krøv sett til bilverksmiðjurnar og harvið eisini til tey, sum skulu umvæla bilarnar. Arbeiði sum bilmekanikari er ómetaliga nógv broytt tey seinnu árini. Umframt tað at bilmekanikarar ofta eru uttanlanda á skeiði, innan tað nýggjasta sum kemur fram innan teirra egnu bilmerkir, verða við jøvnum millumbilum hildin skeið í Føroyum. Tá er tað ofta bildeildin á Tekniska Skúla sum skipar fyri hesum skeiðum. Fyriskiparar á hesum skeiðinum vóru, Eirikur Ólason Simonsen og Bergur Danielsen, lærarar á bildeildini á skúlanum.