Eyðun Klakstein
Hvat við eini mynd av húsunum hjá tær, tikin av einum njósnarafylgisveini onkrastaðni út í rúmdini.
Ella hvat við eini mynd av heimbygdini, fjósinum ella av onkrum fiskiskipi.
Felagið Space Imaging bjóðar nú øllum at keypa myndir, sum eru tiknar við teirra spildurnýggja fylgisveini Ikonos.
Hevur tú nóg mikið av pengum, er tað ikki tann blettur á klótanum, sum tú ikki kanst fáa eina mynd av. Allir lutir, sum eru størri enn ein metur, verða fangaðir av fylgisveininum, sum er tann fyrsti av sínum slagi.
Russiskir og indiskir fylgisveinar hava higartil tikið myndir av ymsum støðum á jørðini, og hesar myndir hava eisini verið til sølu, men nú kanst tú avgera, hvar fylgisveinurin hjá Space Imaging skal peika, og hvat hann skal taka mynd av.
Harafturat hevur Ikonos-fylgisveinurin nógv betri útgerð, so hann kemur upp til fimm ferðir nærri jørðini, tá hann zoomar inn.
Á heimasíðuni hjá Space Imaging ber til at síggja dømi um myndir, sum Ikonos hevur tikið, og tað ber til at síggja prísir og biða um myndir.
Týdning í krígsstøðum
Áður hava slíkar myndir bara verið brúktar í hernaðarligum samanhangi, og tað eru tey fægstu, sum hava havt atgongd til tær.
Njósnarafylgisveinar kunnu fylgja herdeildum, finna hópgravir, staðfesta vápnagoymslur og finna skip.
Hesir njósnarafylgisveinir hava havt ómetaligan týdning í krígsstøðum seinnu árini. Tað eru serliga tey framkomnu vestureuropeisku londini, sum hava gjørt sær dælt av hesum teknikki, meðan til dømis irakar als ikki høvdu slíka útgerð at ráða yvir, tá Golfkríggið leikaði í.
Amerikanskir fjølmiðlar gera nógv burtur úr, at ein og hvør nú kann biða um myndir frá Ikonos. Við útbreiðsluni av internetinum og teldum annars ber illa til at seta mark fyri, hvør kann fáa hendur á myndunum.
Serfrøðingar duga illa at meta um, hvat hetta kann hava við sær í framtíðini.
Hóttanin tað reina tvætl
Men eitt dømi um, hvat nýggi møguleikin kann hava við sær í framtíðini, kom í síðstu viku, tá felagið hjá amerikanskum vísundafólki sáddi iva um pástandin hjá amerikansku stjórnini um, at Norðurkorea er ein hóttan móti USA.
Felagið hevði biðið um myndir av eini hernaðarstøð í Norðurkorea, har amerikanarar siga, at norðurkoranarar goyma rakettir, sum eru ein hóttan móti USA. Hetta hevur verið eitt týðandi argument hjá teimum sum vilja hava, at USA ger sær eina nýggja verjuskipan móti rakettálopum.
Felagið hjá amerikansku vísundamonnunum sigur, at norðurkoreanska hernaðarstøðin er so tilafturskomin, at pástandurin hjá amerikansku stjórnini er tað reina tvætl.
Kanska verður tað framyvir trupult hjá stjórnunum kring um í heiminum at brúka njósnaramyndir til teirra egna fyrimun ? antin við at fjala útyvir veruleikan ella at snúgva honum eitt sindur.
Ikonos fylgisveinurin kann fáa eygað á fólk og bilar, men enn kann hann ikki steðfesta nummarplátur ella hvørji fólkini eru. Serfrøðingar halda tó, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn tólini hava nóg stóra styrki til tað.
Nærri upplýsingar og dømi um myndir frá Ikonos eru at síggja á www.spaceimaging.com