Keypa jólagávur sum ongantíð fyrr

Føroyingar keypa jólagávur sum ongantíð fyrr. Men hvussu nógv keypa vit fyri, og hvør keypir mest? Tað hevur spyr.fo spurt 300 føroyingar um vegna in.fo.

 

Kanningin vísir millum annað, at jú eldri vit eru, jú meiri pengar brúka vit til jólagávur, og at kvinnur brúka munandi meiri pengar til jólagávur enn menn. Kanska merkir hetta seinna, at kvinnur geva dýrari gávur enn menn. Men orsøkin kann eisini vera, at kvinnur hava fleiri gávur at hugsa um, meðan menn kanska ikki hava nógv meiri enn ta einu í tonkunum, nú tað stundar til jóla.

 

Niðanfyri síggjast úrslitini av spurninginum um hvussu nógv fólk ætla sær at brúka til jólagávur í ár. Við at trýsta á bólkarnar, síggja tit hvussu býti er í mun til aldursbólkarnar og kvinnur og menn.

 

 

<script id="infogram_0_jolagavur-7035603" title="Jólagávur" src="//e.infogr.am/js/embed.js?70n" type="text/javascript"></script>