Ókeypis at koyra gjøgnum tunlarnar

Leygardagin verður ókeypis at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin og Vágatunnilin, og tað er nakað, ið gera sær dælt av

Tað merkist av álvara, tá Norðoyatunnilin og Vágatunnilin bjóða fólki at koyra ókeypis ígjøgnum.
Tað merkist heilt væl. ferðalsn í Norðoyatunnlinum trífaldast, meðan ferðslan í Vágatunlinuym tvífaldast, sigur Uni Danielsen, stjóri í tunlunum báðum.
Skipað verður fyri fýr leygardøgum um árið, tá tað er ókeypis at koyra gjøgnum tunlarnar.
Vit royna at hava tveir leygardagar, ið liggja nærmast at »føðingardøgunum« hjá tunlunum. Nú er tað Vágatunnilin, ið fyllir ár 11. desember, meðan Norðoyatunnilin fylir í apríl, sigur Uni Danielsen.
Meðan tveir av døgunum eru tengdir at, nær tunlarnir fylla, fáa vinnufeløgini í Vágum og Norðoyggjum loyvi at ger av hionar báðar dagarnar, tað er ókeypis at koyra gjøgnum tunlarnar.
Tað er soleiðis tað gongur fyri seg, at tað haldi eg, at vinnufeløgini eru glað fyri, sigur Uni Danielsen.
Tunlarnir hava hagtøl fyri, hvussu nógv fólk ferðast og hvønn veg tey ferðast.
Í Norðoyatunlinum vísir tað seg, at flestu bilarnir fara norðureftir um morgunin, og so suðureftir seinni upp á dagin. So til ber at siga, at fólk fara úr Eysturoynni til Klaksvíkar at keypa, sigur Uni Danielsen.

Gamalt hugskot
Hugskotið at hava ókeypis dagar at koyra ígjøgnum tunlarnar, tók seg upp longu tá tunlarnir vóru bygdir.
Eg haldi tað byrjaði við einum degi, har tað var ókeypis soleiðis, at fólk kundu royna at koyra gjøgnum tunlarnar, bara fyri upplivingina, sigur Uni Danielsen.
Men tað var so skjótt, at hetta gjørdist fast, fýra ferðir um árið.
Nú er tað vorðið traditión, so nógv, at tunnilsdagarnir standa feldir í kalendararnar í hvussu er eitt ár fram. Eg siti beint nú við einum kalendara fyri 2014, og har standa tunnilsdagarnir í, sigur Uni Danielsen.
Hann heldur, at hetta eru spennandi dagar fyri handilslívið.
Handlarnir gera í hvussu er nógv burtur úr, bæði við lýsingarbløðum og við longum upplatingartíðum, sigur Uni Danielsen.
Reint tekniskt er tað soleiðis, at gjaldsskipanin heilt einfalt slær frá.
Skipanin verður sligin frá klokkan seks leygarmorgunin, og sligin til aftur klokkan seks sunnumorgunin, sigur Uni Danielsen.
Ókeypis dagarnar verður sum nevnt nógv koyring gjøgnum báðar tunlarnar, men tað er tó nakað, ið kann fáa ávirkan á, hvussu nógv fólk ferðast.
Tað er veðrið. Er veðrið vánaligt og hált, kann tað hava eina ávirkan á, hvussu hugurin hjá fólki er at koyra ókeypis gjøgnum tunlarnar báðar, sigur Uni Danielsen.