Í dag, 28. desember og í morgin verður hugnalig og øðrvísi skógva-kafé í hølunum hjá Barnabata í Stephanssonshúsi á Kongabrúnni. Báðar dagar er opið frá klokkan 13-18.
Tað er Barnabati, sum skipar fyri tiltakinum í samstarvi við fleiri skógvahandlar í Føroyum og endamálið er, at fólk kunnu fara á kafé at fáa sær einar skógvar ella styvlar, heilt ókeypis.
Tað er fyrstu ferð, at hetta tiltakið verður hildið, men Barnabati ætlar at hetta skal gerast eitt afturvendandi tiltak minst eina ferð um árið.
Úrvalið er stórt, men størst til børn og kvinnur hesu ferð.
Øll eru vælkomin á skógva-kafé ? hara tað eisini ber til at ein drekkamunn fyri einki.