Keypmannahavn endar helst úrslitaleyst

Tey seinastu tíðindini úr Keypmannahavn siga, at veðurlagsráðstevnan endar helst úrslitaleys. Barack Obama ger eina seinastu roynd at fáa semju við Kina, men eygleiðarar hava sera smáar vónir um, at nakað kemur burturúr.

Harafturat er tað ein sannroynd, at Dmitrij Medvedev, forseti, er farin heim aftur til Msokva, og at Nicolas Sarkozy, forseti, er farin til París. TV2 veit eisini at siga, at fleiri bussar við kinesiskum embætismonnum eru farnir frá Bellacentrinum.

Barack Obama skal hava boðað frá, at hann fer úr Kastrup klokkan sjey.

Tískil bendir alt á, at veðurlagsráðstevnan endar úrslitaleys.