Keypsbannið móti Chelsea avlýst

Á heimasíðuni hjá CAS stendur at lesa, at bæði feløgini og viðkomandi spælarin, Gael Kakuta, nú eru samd um, at sáttmálin, sum leikarin hevði við Lens, onga heimild hevði, og tí kundi spælarin ikki bróta sáttmálan.

 

Tað var annars ein kæra frá Lens móti Chelsea, at enska felagið hevði eggjað 18 ára gamla Gael Kakuta at bróta sáttmálan við Lens og í staðin skriva ein nýggjan við Chelsea, sum fekk FIFA at døma Chelsea í keypsbann tvey tey komandi keypsvindeyguni.

 

Chelsea kærdi hesa avgerð til Court of Arbitration for Sport (CAS), sum lyfti bannið, meðan málið varð viðgjørt.

 

Nú eru so Lens og Chelsea saman við Kakuta voðin samd um, at sáttmálin millum leikaran og franska felagið ikki hevði gildi.

 

Fyri at vísa góðan viklja og fyri ikki at skaða framtíðar viðurskifti við Lens hevur Chelsea gjørt av at rinda franska felagnum endurgjald fyri uppvenjing av leikaranum, sigur formaðurin í Chelsea, Bruce Buck.

 

Gael Kakuta hevur leikt onkran einstakan dyst fyri Chelsea, millum annað brendi hann avgerandi brotssparkið móti Blackburn í fjórðingsfinaluni í Carling Cup.

 

Tað skriva enskar heimasíður, millum annað BBC Sports, í kvøld.