KÍ fekk stig í fyrsta dystinum

(Champions League – kvinnur) KÍ spældi í dag javnleik 1-1 móti Ekonomist úr Montenegro. Málið hjá KÍ skoraði Sofía Purkhús, sum eisini bleiv útvíst.

 

KÍ hevur í dag spælt fyrsta dystin í bólkaspælinum í Champions League. Dysturin var móti Ekonomist úr Montenegro og bleiv spældur í Portugal.

 

Sofía Purkhús legði KÍ á odda 1-0 aftaná eitt korter. Leiðslan helt til 38 minuttir vóru spældir, tá Armisa Kuc javnaði fyri meistaraliðið úr Montenegro.

 

Stutt fyri tíð fekk Sofía Purkhús beinleiðis reytt. Hóast KÍ spældi tíggju spælarum, so megnaði tær at halda fast í javnleikinum. Tað var annars Ekonomist, sum hevur meirilutan av royndunum á mál í dystinum.

 

KÍ stendur bara noterað fyri eitt skot á mál, meðan liðið úr Montenegro hevði seks. Har til hevði Ekonomist tólv royndir, sum fóru við síðuna av, meðan KÍ onga slíka roynd hevði.

Í hinum dystinum í bólki 4 vann sveisiska Zurich heili 5-0 á portugisiska Ouriense.

 

Champions League – Kvinnur:

 

KÍ – Ekonomist 1-1 (1-1)

1-0         Sofía Purkhús, 16

1-1        Armisa Kuc, 38

Gult kort: Sigrun Sirdal, Sigrid Jacobsen

Reytt kort: Sofía Purkhús

 

KÍ: (4-2-3-1)

Monika Biskopstø – Sigrid Jacobsen, Malena Josephsen, Bára S. Klakstein, Katrina Akursmørk – Rannvá Andreasen, Rakul M. Johannesen – Laila Pætursdóttir, Annika R. Petersen(Eyðvør Klakstein 69.min), Maria Thomsen(Sigrun Sirdal 58.min) – Sofía Purkhús

 

Á bonkinum uttan at koma inn:

Tove Sólheyg og Ása Klein Olsen

 

Dysturin í tølum:

KÍ – Ekonomist

Skot á mál: 1-6

Skot við síðuna av: 0-12

Skot á stengurnar: 0-1

Bjargingar: 5-0

Rangstøður: 1-3

Gul kort: 2-2

Reyð kort: 1-0

 

Bólkur 4:

1.     Zurich 3

2.     KÍ 1

3.     Ekonomist 1

4.     Ouriense

(Kelda www.uefa.com)