KÍ-formaðurin: Serligt at vinna FM á hendan hátt (FM1)

(FM1) Hoyr spontanu samrøðuna, ið var við Tummas Lervig í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1

Tummas Lervig hevur nú vunnið trý FM-gull, sum formaður hjá KÍ. Her sæst hann aftaná FM-gullið í 2019 var komið í hús

##med2##

 

FM1 hevði eina spontana "Triðja Hálvleik" sending, tá tað var staðfest, at KÍ er føroyameistari í Betrideildini hjá monnum 2022.

 

Millum teir sum vóru beinleiðis ígjøgnum var formaðurin hjá KÍ, ið nú hevur vunnið trý FM-gull sum formaður felagsins.

 

- Tað var heilt serligt at vinna tað uppá hendan mátan, staðfestir Tummas, ið sat heima og hugdi eftir dystinum millum HB og Víking.

 

Tummas slær fast, at tað er ótrúliga stuttligt at vera KÍ-formaður við so nógvum góðum og hugaðum fólki.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna við Tummas Lervig. 

 

Tummas Lervig hevur nú vunnið trý FM-gull, sum formaður hjá KÍ. Her sæst hann aftaná FM-gullið í 2019 var komið í hús

Samrøða: Tummas Lervig, formaður hjá KÍ

Samrøða: Tummas Lervig, formaður hjá KÍ