KÍ fráfallið er stórt

Umframt Árna Frederiksberg eru millum aðrar Heini Vatnsdal og Claes Philip Kronberg ikki millum teir fyrstu ellivu í kvøld

Klokkan 17.45 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har KÍ í Europa Conference League hevur vitjan av Slovan Bratislava. Tá ið KÍ vitjaði í Bratislava hósdagin 21. september, vann heimaliðið 2-1.

 

KÍ málskjútti ta ferðina var Deni Pavlovic, sum fýra minuttir eftir steðgin legði KÍ á odda.

 

Í kvøld er Deni Pavlovic ein av trimum miðverjum. Hinir báðir eru Odmar Færø og Vegard Forren. Heini Vatnsdal, sum plagar at vera fastur maður í miðverjuni, er ikki á listanum.

 

Á miðvøllinum eru René Shaki Joensen og Jákup B. Andreasen sentralir. Hallur Hansson er langtíðarskaddur, og Luc Kassi, sum hevur verið eyðsýndur í Europa, er ikki á listanum, tí hann er skaddur.

 

Jóannes K. Danielsen og Patrick da Silva eru vongverjar, og Nils Jonatan Johansson eru millum KÍ stólparnar.

 

Árni Frederiksberg er leikbannaður. Framrættaður í høgru er Mads Bo Mikkelsen, sum fyrr í ár var skaðadarvaður. Páll A. Klettskarð er fremsti maður. Framrættaður í vinstru er Sivert Gussiås. Har plagar Claus Philip Kronberg at vera. Í kvøld er hann á beinkinum. 

 

At fleiri av teimum, sum plaga at vera millum teir fyrstu ellivu, ikki eru tøkir, ber við sær, at sjey ungir klaksvíkingar eru á beinkinum saman við Ahmed Latif og Claes Philip Kronberg.

 

 

 

KÍ – Slovan Bratislava kl. 17.45

 

Dómarakvartett úr Estlandi:  Kristo Tohver, Sander Saga, Sten Klaasen og Juri Frischer (4. dómari)

 

KÍ: Nils Jonatan Johansson – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic (Jóhan Josephsen, 75.), Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick da Silva – Mads Bo Mikkelsen (Claes Pjilip Kronberg, 64.), Rene Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen – Páll A. Klettskarð, Sivert Gussiås

 

Á beinkinum: Hannis Matras, Símun Kalsø, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Silas Gaard, Ahmed Latif, Jákup N. Vilhelmsen, Jóhan Josephsen, Claus Philip Kronberg

 

Venjari: Magne Hoseth

 

 

 

##med2##