KÍ hevur skrivað undir við svenskan miðvallara

Talan er um verjukendan spælara, sum inntil á nýggjárinum spældi við Landskrona

René Shaki Joensen er langtíðarskaddur. KÍ venjarin Magnus Powell segði í síðstu viku, at tað var neyðugt at fáa styrk til miðvøllin, og nú hevur KÍ skrivað undir sáttmála við svenskan miðvallara.

 

KÍ skrivar soleiðis í dag:

 

 

 

Svenskur verjukendur leikari til miðvøllin

 

Hampus Näsström er 31 ár, hevur drúgvar royndir í svenskum fótbólti

 

Um nýggja leikarin sigur Magnus Powell, at Hampus Näsström hevur drúgvar royndir og kemur at økja um kappingina og fleksibilitetin á miðvøllinum. Hann hevur leiðsluevni, er róligur og sera tryggur á bóltinum. Hetta eru alt eginleikar, sum vit hava leitað eftir. Við síni stødd kemur hann eisini at verða ein góður stuðul bæði í verju- og álopstøðum.

 

Hampus, sum kom til Klaksvíkar í gjárkvøldið sigur, at hann er ógvuliga spentur og gleðir seg at umboða og leika fyri KÍ. Eftir samrøðu við høvuðsvenjaran havi eg fingið eitt sera gott inntrykk av liðnum, felagnum og Klaksvíkini. Nú gleði eg meg til at at koma ígongd og hitta leikarar, leiðarar og øll kring felagið.

 

Sambært Transfermarkt spældi Hampus Näsström við Landskrona í næstbestu svensku deildini.