Dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og nú verður brotssparkskapping fyrireikað í Göteborg. Støðan eftir vanliga leiktíð var 2-2, og eftir tvær ferðir 15 minuttir longda leiktíð er støðan 3-3. Vit fylgja beinleiðis við í brotssoarkskappingini.
1-0: Hovland
1-1: Árni Frederiksberg
2-1:
2-2: Jákup B. Andreasen
3-2: Samuel Gustavson
3-3: Patrick Da Silva
3-3: MIchael Rygaard skjýtur bóltin uppum málið
3-3: Sivert Gussiås sendir bóltin í tvørtræið
3-3: Simen Sandberg KÍ málverjin stórbjargar
3-4: Vegard Forren
Tað er ófatuligt, sum KÍ ger um seg í Europa. Eftir at hava varpað ungverska meistaraliðið úr europeisku meistarakappingini, verður nú longd leiktíð fyrireikað í Göteborg, har støðan millum BK Häcken 2-2.
Klaksvíkingar hava staðið seg framúr væl, og í tíðini, sum eingilski dómarin legði aftrat vanligu leiktíðini endaði bólturin á tvørtrænum aftanfyri svenska málverjan.
Aftur í kvøld er talan um framúr KÍ avrik, og aftur í kvøld er stóri maðurin Árni Frederiksberg, sum hevur skorað bæði KÍ málini.