Síðsti dystur í fjórða umfari í landskappingini verður klokkan 18 í kvøld, tá ið NSÍ fær vitjan av KÍ, barndómsfelagnum hjá NSÍ venjaranum Toda Jónsson.
Í gjár endaði tað 1-1, tá ið HB var á vitjan hjá B68 á Svangaskarði. HB er framvegis topplið, men um tað í kvøld eydnast klaksvíkingum at vinna fulla úrtøku í Runavík, so verða meistararnir í Klaksvík nýtt topplið.
Todi hevur havt nógv at stríðast við, síðani hann eftir ársskiftið tók við venjarstarvinum. Í vikuni beyð álopsspælarin og toppskjúttin higartil í ár við trimum málum, Jørgen Nielsen, farvæl. Hann roynir seg nú í næstbestu svensku deildini.
Onkrir av teimum, sum higartil hava verið darvaðir av skaðum, eru við at koma fyri seg aftur. Talan er um Aron Knudsen, Betuel Hansen og so er Einar Tróndargjógv, sum ikki hevur verið við tey seinastu árini, aftur tøkur, eftir at hann hevur vant í nakrar vikur.
NSÍ vann í fyrsta umfari 4-3 á útivølli ímóti EB/Streymi. Síðani hevur NSÍ tapt ímóti HB í Havn og so á heimavølli ímóti B68. Klæmint A. Olsen hevur verið burturstaddur við landsliðnum, og tað vóru Pætur Turiðarson Skipanes og Jørgen Nielsen eisini.
KÍ er á veg út til Runavíkar við fullari úrtøku. Tríggir sigrar og málmunurin er 6-0.
Hjá KÍ hava fleiri spælarar verið burturi í landsliðsørindum: René Shaki Joensen, Odmar Færø, Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð og Jonn Johannesen.
Claes Philip Broberg er framvegis skaddur, og Mads Bo Mikkelsen er tøkur aftur eftir skaðan, sum bar við sær, at hann ikki var við landsliðnum á venjingarleguni í Spania.
NSÍ - KÍ: Alex Troleis kl. 18.00