KÍ kiksaði síðsta korterið

Avrikið hjá B36 síðstu løtuna ber boð um góðan hugburð fram ímóti steypafinaluni

Tað endaði 2-2 í Klaksvík. Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, kendist tað sum um, at tað vóru B36 og Magne Hoseth, sum høvdu vunnið eitt stig, og at KÍ hevði tapt tvey stig.

 

Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var heimaliðið frammanfyri 2-0. Tá sá taðut til, at KÍ fór at vinna, men soleiðis endaði tað ikki. B36 minkaði um munin 13 minuttir undan leikloki. KÍ misti á egnari hálvu, og Zean Peetz Dalügge smekkaði til úr 20 metrum, og bólturin brast í netið.

 

Tveir minuttir undan leikloki javnaði B36 til 2-2. Málskjútti var innskifti Anton Søjberg, sum eftir innlegg úr vinstru frá eisini innskifta Bjarka C. Nielsen setti bóltin í málið. Søjberg royndi seg úr átta metrum. Tað var ikki nógv ferð á bóltinum, men KÍ málverjin misti bóltin millum beinini og í netið.

 

Páll A. Klettskarð er ovast á máltindinum. Í dag hevði hann fýra heilt stórar møguleikar. Í fyrra hálvleiki varð hann kolldømdur fyri rangstøðu, tá ið hann eftir fríspark frá Árna Frederiksberg setti bóltin í málið, og so setti hann eftir innlegg úr høgru og við nærra stólpa bóltin dygst skeivu megin stólpan.

 

Í 61. minutti eydnaðist tað Páll A. Klettskarð at skora fyri 22. ferð í ár. Kristoffer Ødemarksbakken átti innleggið úr vinstru, og við nærra stólpa og við høvdinum stýrdi Páll bóltin dygst inn við nærra stólpa.

 

Fimm minuttir seinni var tað Hallur Hanson, sum økti um munin til 2-0. René Shaki Joensen átti innleggið úr høgru, og Hallur var mitt fyri málinum, tá ið hann setti innarusíðuna undir bóltin og so var 2-0.

 

Páll A. Klettskarð hevði við handara stólpa og eftir innlegg úr vinstru risa møguleika at skora, men hann sendi bóltin framvið handara stólpa.

 

Eftir 11 sigrar á rað misti KÍ stig fyri fyrstu ferð síðani 23. juni, tá ið KÍ tapti 3-0 í Gundadali ímóti HB.

 

Javnleikurin í dag ber við sær, at tað er greitt, at B36 ikki fer at vinna fjórða plássið. Europeisku møguleikin hjá B36 býr í, at B36 annan leygardag fer at vinna finaluna um løgmanssteypið ímóti HB.

 

  

 

KÍ – B36 2-2 (0-0)

 

1-0: Páll A. Klettskarð

 

2-0: Hallur Hansson

 

2-1: Zean Peetz Dalügge

 

2-2: Anton Søjberg

 

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Børge Petersen, Claes Philip Kronberg – Hallur Hansson, Albert Ejupi, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Kristoffer Ødemarksbakken

 

B36: Silas Eyðsteinsson – Jann J. Benjaminsen, Thomas Rømo Lillo,, Magnus Egilsson, Fabian Ness – Gutti Dahl-Olsen, (Jelle van der Heyden, Mattias Hellisdal – Marius Kryger Lindh, Zean Peetz Dalügge, Hannes Agnarsson