KÍ kvinnur taptu seinasta dystin

(Champions League – Kvinnur) KÍ hevur í dag tapt 3-0 fyri Zurich. Sveisiska liðið vann eisini bólkin við fullum stigatali. Tíverri fyri KÍ, so ger úrslitið í hinum dystinum í bólkinum tað, at KÍ endar aftast í bólkinum.

 

KÍ kvinnurnar stóðu annars stinnar í 40 minuttir, áðrenn Fabienne Humm legði oddaliðið á odda. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik økti Mirjine Selimi til 2-0. Miðskeðis í seinna hálvleiki skoraði Coumba Sow til endaliga úrslitið 3-0 til Zurich.

 

KÍ var helst nakað kroyst í dystinum, tí tað eydnaðist teimum bara at fáa eitt skot á málið hjá Zurich.

 

Av tí at Ekonomist úr Montenegro, sum KÍ fekk javnleik móti, aftur fekk javnleik í dag, so endar KÍ aftast í bólki 4 við einum stigi.

 

Champions League – Kvinnur:

 

KÍ – Zurich 0-3 (0-1)

0-1         Fabienne Humm, 40

0-2         Mirjine Selimi, 55

0-3         Coumba Sow, 64

 

KÍ: (4-2-3-1)

Monika Biskopstø – Sigrid Jacobsen, Malena Josephsen, Bára S. Klakstein, Katrina Akursmørk – Rannvá Andreasen, Annika R. Petersen (Rakul M. Johannesen 27.min) – Laila Pætursdóttir, Eyðvør Klakstein(Ása Klein Olsen 86.min) , Maria Thomsen (Tove Sólheyg 86.min) – Sofía Purkhús

 

Bólkur 4:

1.     Zurich 9(Stig)

2.     Ouriense 4

3.     Ekonomist 2

4.     KÍ 1