Áki skoraði fimm mál og fekk reytt kort

Tað var ein ógvuliga blandað uppliving hjá vestmenninginum, tá KA tapti úti á Vestmannaoyggjunum

Áki Egilsnes og liðfelagarnir í KA í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini mistu fyrstu stigini hetta kappingarárið fríggjakvøldið.

 

KA vitjaði úti í Vestmannaoyggjunum fyri at spæla dyst ímóti unga liðnum hjá ÍBV, sum hevur besta liðið hjá sær í bestu deildini. Dysturin endaði við 18-17 sigri til ÍBV.

 

Leingi var KA á sigurskós, og Áki Egilsnes gjørdi sítt við at skora fimm mál. KA var á odda 10-9 í steðginum, og eitt skiftið var KA á odda 14-11, men ímóti dystarenda gekk galið. 

 

Í stuttari viðmerking sigur Áki Egilsnes við in.fo, at tað var púra galið við álopinum. Og harmur staðfestir Áki eisini, at hann fekk reyða kortið tá bert tríggir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.

 

Heimasíðan hjá KA staðfestir eisini, at tað var sárur missur at missa Áka Egilsnes so tíðliga í dystinum.

 

Argastu kappingarneytarnir og grannarnir, Akureyri megnaðu ikki at gagnýta støðuna ígjár. Akureyri fekk bert javnleik 18-18 ímóti unga liðnum hjá Vali á útivølli, og er KA tí framvegis á odda í Grill 66 deildini.

 

Støðan:

 

1KA10    901248:20318
2Akureyri10811     262:216  17
3Haukar U10613268:23613
4Þróttur10604265:22912
5HK10604290:26512
6Stjarnan U10406242:2748
7Valur U9315223:2157
8ÍBV U8305203:2396
9Mílan9117198:2283
10Hvíti riddarinn100010239:3330