KÍ spælari hevur brákað rivjabein

Fleiri skiftingar vera á liðnum hjá KÍ, sum í dag fær vitjan av B68, ið eisini er plágað av skaðum

Tað er bara ein dystur í dag í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum. Meistararnir í Klaksvík, sum síðsta mánaðin hava verið upptiknir í europeiskum avbjóðingum, og sum hóskvøldið spældu seg víðari í Europa Conference League, fáa vitjan av B68, sum ikki hevur spælt týdningarmiklan dyst síðani 2. juli, tá ið HB á Svangaskarði vann 1-0.

 

KÍ fer týsdagin av landinum við kós ímóti Kosovo, har dysturin í Europa Conference League verður hóskvøldið. Tað er, tá ið tað er nógv á skránni, og tað er stutt millum dystirnar, at tað kemur væl við, at nógvir kappast um plássini á besta liðnum.

 

Hjá Mikkjali K. Thomassen ræður um at trimma liðið soleiðis, at tað hvørja ferð verður avrikað optimalt. Sammett við hóskvøldið vera fleiri broytingar á liðnum í dag. Heilt víst er tað, at Jesper Brinch ikki verður við í dag. Hóskvøldið varð hann skiftur út, tá ið tað restaðu tríggir minuttir. Jóannes K. Danielsen loysti av á vongverjanum í høgru, og Jóannes K. Danielsen verður vongverji í høgru í dag. Tað vísti seg, at Jesper Brinch hevur brákað rivjabein, og tað ber steðg frá fótbólti við sær í fleiri vikur.

 

Jonn Johannesen er skaddur, og Heini Vatnsdal og René Shaki Joensen eru so mikið viðtiknir, at tað kann roknast við, at teir ikki vera við í dag. Sannlíkt er eisini, at toppskjúttin hjá KÍ – bæði í heimligu kappingini og í Europa – Páll A. Klettskarð ikki verður millum teir fyrstu ellivu í dag. Anders Sølvsten Holvard plagar at loysa av, meðan leikluturin hjá Valērijs Šabala og eisini miðverjanum Dmytro Lytvyn higartil ikki hevur verið nakað serligur.

 

B68 er framvegis á niðurflytingarplássi. Avrikini undan summarsteðginum bendu á, at tað gongur rætta vegin, og 3-0 sigurin á útivølli ímóti AB kveikti mót á Svangaskarði um, at tað kanska fer at eydnast Jákupi á Borg og hansara monnum at vinna seg upp um strikuna. Tað eru fýra stig fram til grannarnar í NSÍ.

 

Hjá B68 eru Andri Benjaminsen og Áki Johannesen knæskaddir. Gilli Samuelsen brákaði rivjabein í venjingardysti ímóti TB, og Hugin Samuelsen hevur í vikuni verið sjúkur. Lukasz Cieslewicz er framvegis skaddur. Jann Ingi Petersen var við í fyrsta og triðja umfari. Síðani hevur hann ikki verið á vøllinum, og tað er ivasamt, um hann verður við aftur. Orsakað av Europa luttøkuni er dysturin hjá B68 á útivølli ímóti B36, sum skuldi vera næsta vikuskifti, útsettur. Tað vil siga, at næsti dystur hjá B68 eftir vitjanina í Klaksvík í dag verður um tvær vikur, tá ið toftamenn 14. august í lyklauppgerð vera gestir hjá 07 Vestur. (dagførd útgáva) 

 

KÍ – B68: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00  

 

-

 

15141043443
Víkingur151212461337
HB15843281828
B3615717261422
EB/Streymur16637223121
07 Vestur16538203618
AB16529244417
NSÍ165011214015
B68153210133311
Skála1515917278