Dómarin hevur bríkslað á seinasta sinni í dystinum í Atlantic Cup í Algarve millum KÍ og Beijing Guoan, ið spælir í bestu kinesisku fótbóltsdeildini.
Beijing Guoan vann dystin 1-0 við einum máli, ið var skotið longu tá fimm minuttir vóru leiktir av dystinum.
Bæði liðini høvdu sambært hagtølunum 10 málroyndir hvør. Beijing Guoan hevði tó fleiri málroyndir innanfyri málstengurnar. Har hevði Beijing Guoan fimm málroyndir, meðan KÍ hevði tríggjar.
KÍ hevði bóltin 58 prosent av tíðini, sambært hagtølunum.
Týsdagin 6. februar klokkan 14 skal KÍ spæla móti danska superligaliðnum, Silkeborg, og fríggjadagin 9. februar klokkan 13 skal KÍ spæla ímóti amerikanska Major Soccer League liðnum, Real Salt Lake í somu kappingini, Atlantic Cup.
Hesir byrjaðu inni fyri KÍ í dag: Ari í Haraldsstovu Petersen, Jóannes K. Danielsen, Børge Petersen, Jákup Vilhelmsen, Patrick Da Silva, Árni Fredriksberg, Mads Boe Mikkelsen, Deni Pavlovic, Dan í Soylu, Claes Kronberg, Páll A. Klettskarð.
Hetta er fyrstu ferð - hvat vit vita um - at eitt lið úr bestu mansdeildini í Føroyum spælir dyst móti einum liði úr bestu mansdeildini í Kina.