Áki útbúgvin Nissan teknikari

Týsdagin tók Áki Simonsen hjá Auto Service hægstu útbúgving frá Nissan Nordic sum teknikari til umvæling av Nissan bilum.

Sum nakað nýtt hevur P/F Auto Service fingið í lag eina avtalu við Nissan Nordic, um at øll eftirútbúgving av Nissan teknikarum nú fer fram í Føroyum.


Nissan setur strong krøv til verkstøðini hjá sínum forhandlarum. Útbúgvingarnar til Nissan teknikarar eru á trimum fakligum stigum: Fyrsta stig snýr seg um grundleggjandi vitan, annað stig um generella vitan, og triðja stig snýr seg um høga tekniska vitan, góð evni til feilfinning og góðan kunnleika til nýtslu og handfaring av Nissan testútgerð. Allar handbøkur, sum arbeitt verður við, eru á enskum.


Áki er tann fyrsti sum hevur tikið hesa útbúgving í Føroyum, men aðrir teknikarar eru undir útbúgving. Próvdómarin, Hans Moth Vestergaard frá Nissan Nordic, sigur, at P/F Auto Service uppfyllir tey strangastu fakligu krøvini frá Nissan.