KÍ vann finaluna eftir stórt drama

U-16 kvinnur: Tað var neyðugt við longdari leiktíð og brotssparkskapping, áðrenn tað var greitt, at KÍ var steypavinnari og greipuvinnari

Fyrsta finalan í stóru steypafinaluvikuni í fótbóltinum var í kvøld. Tað var KÍ, sum longu hevur vunnið FM heitið og Skála, sum í fjør vann steypakappingina, ið hittust á Tórsvølli í sera góðum fótbóltslíkindum.

 

Tað var neyðugt við bæði longdari leiktíð og brotssparkskapping, áðrenn tað var greitt, at KÍ var steypavinnari. Eftir vanliga leiktíð var 2-2, og einki mál varð skorað í longdu leiktíðini. KÍ legði fyri í brotssparkskappingini, og allir KÍ spælararnir skoraðu. Allir Skála spælararnir høvdu skorað, tá ið síðsta sparkið var á skránni. Tá eydnaðist tað KÍ málverjanum at bjarga, og so var fagnaður í bláu leguni.

 

Skála legði seg á odda, KÍ javnaði, aftur legði Skála seg á odda og í síðstu sekundunum stútaði Elisabet Norðoy Vilhelmsen til 2-2 eftir horna úr høgru.

 

Sara Benjaminsen, sum var kosin dagsins spælari, skoraði bæði málini hjá Skála, og Rannvá Ryan javnaði til 1-1.

 

Steypavinnararnir í KÍ: Naomi Ramonsdóttir Heldarskarð, Sára Kristiansen, Elisabet Norðoy Vilhelmsen, Karla Sjóstein, Rannvá Ryan, Ranja Joensen, Eydna Jacobsen, Elisabeth Bjartalíð, Erla Joensen, Aleksandra Zachariassen, Katrin Ó. Joensen, Frida Vitalis, Eyðna Gaard, Erikka Sigurðsson, Emma á Dul, Talita Norðoy, Anna Elisabeth Lind Jacobsen og Maria Jensdóttir Dam.

 

Venjari: Svanberg Óskarsson

 

Hjálparvenjari: Rannvá B. Andreasen

 

Silvurvinnararnir á Skála: Petra Poulsen, Elisabeth Mrdalo, Rakul Maria Rasmussen, Ranja Fríða Benjaminsdóttir, Bjørk Mariusardóttir, Anna Katrina Gregersen Poulsen, Fríðfljóð Kristmundsdóttir, Sara Benjaminsen, Lovisa Jacobsen, Lilja Dam Jacobsen, Emma Castro Petersen, Lorensa í Selvindi, Ró Hammer, Samulina Strømsten. Silja Frederiksberg, Jónhild Frederiksberg, Brá Djurhuus Poulsen og Bjørt Høj.

 

Venjari: Súni Jakobsen

 

Hjálparvenjari: Pætur Dam Jacobsen

 

##med2##