Magnus Gunnarsson
Kia Sorento er ein heilt nýggur og spennandi bilur frá koreansku Kia bilverksmiðjuni. Av tí at bilurin í útsjónd og í aðrar mátar leggur seg tætt upp at bilum sum t.d. Mercedes ML og Jeep Cherokee, hava fleiri motorjournalistar royndarkoyrt hesar bilarnar saman við Sorento.
Bert á einum øki stendur Sorento ikki mát við kappingarneytarnar, og tað er upp á prísin, tí hann er bíligari, og næstan alt er standard. Kia Sorento fæst við hesum trimum motorunum: 2,4 litur 4 syl. bensin við 139 hk, 3,5 litur V6 bensin við 195 hk og 2,5 litur 4 syl.CRDi diesel við 140 hk. Hesin seinasti 2,5 CRDi við beinleiðis common rail innspræning er tann mest áhugaverdi motorurin til okkara brúk. Ein framkomin teldustýrd 4x4 skipan stýrir sjálv kraftini til framhjólini, tá tørvur er á tí. Á vanligum góðum vegi trekkjur bilurin á bakhjólunum. Á Sorento er næstan alt standard. Bilurin hevur t. d. alu-felgur, el-antennu, tokulyktir aftan og framman, el-síðuspegl við hita, hitatráðir í viskarunum, cruise-kontroll ið verður stýrt frá rattinum, heilautomatiskt klimaanlegg, el-síðurútar, ABS Bremsur við EBD. Airbag framman, í síðunum og gardinairbag. Sorento er góður at sita í, man situr høgt í bilinum og koyrieginleikarnir eru á høgum støði. Servostýringin blívur tyngri og meira føst so hvørt sum ferðin økist. Um nógv viðføri er í viðførisrúminum, hevur bilurin hæddarstilling, soleiðis at hann altíð flýtur beint. Tá men setur seg inn í ein Sorento, fær man kensluna av at vera komin inn í ein dýran luksusbil. Bilurin fæst við automatiskum girum, leðursetrum og førarasetur við el-stilling allar vegir. Derek Brockie frá D.B. Bilum sigur, at eftirspurningurin eftir Sorento er so stórur, at hann dagliga fær fyrispurningar frá útlandinum, har spurt verður, um hann hevur bilar til yvirs at lata teimum. Orsøkin er, at verksmiðjan klárar ikki at framleiða nokk av bilum til stóra eftirspurningin.
Kia Sorento 2,5 CRDi
Motorurin2,5 litur 4 syl. diesel 140 hk
v. common-rail innspræning
0-100 km/t14,6 sek
Oljunýtsla11,8 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd225/75-16
Stødd og vekt
Longd456,7 cm
Breidd186,0 cm
Hædd172,4 cm
Eginvekt1950 kg
Totalvekt2600 kg
Viðførisrúm441 litrar
prísurkr. 384.800,-
Automatgir + 15.000,-
SøluumboðD.B. Bilar
J. Broncksgøta 15
FO-110 Tórshavn
Tel. 310600