KÍF slapp við skrekkinum í Klaksvík

Team Klaksvík var á odda ímóti KÍF í steðginum

Team Klaksvík spældi sín besta hálvleik í hesum kappingárinum, tá teir á heimavølli tóku ímóti KÍF í bólkaspælinum í Coca Cola steypakappingini.

 

Dysturin í badmintonhøllini norðuri í Klaksvík endaði við 28-23 sigri til KÍF. Tað var ikki fyrrenn við støðuna 21-21, at KÍF dróg frá klaksvíkingum. Í steðginum var Team Klaksvík á odda 15-13. Fyrri hálvleikur var tann besti hálvleikurin hjá klaksvíkingum í ár, serliga seinastu 10 minuttirnar, tá Team Klaksvík vendi 10-11 til KÍF til eina 15-13 hálvleiksleiðslu.

 

KÍF hevur vunnið sær ein lítlan fyrimun, áðrenn teir møta VÍF í Kollafirði komandi fríggjakvøld. KÍF og Neistin hava trý stig hvør. Um KÍF megnar javnleik ímóti VÍF hava teir vunnið seg í hálvfinalurnar í Coca Cola steypakappingini.

 

Støðan í bólki 2 :

 

1. KÍF 2 dystir 3 stig

2. Neistin 2 dystir 3 stig

------------------------------

3. VÍF 2 dystir 2 stig

4. Team Klaksvík 2 dystir 0 stig 

 

3. umfar
Fríggjadagin 29.01.2016 kl. 20.00 KÍF – VÍF
Sunnudagin 31.01.2016 kl. 16.00 Neistin – Team Klaksvík