Tað tykist, sum eru kollfirðingar við at finna á rætta lagið, júst sum FM-finalurnar skulu til at byrja.
Seinastu tveir mánaðirnar hevur kósin verið heldur trilvandi, men bæði í miðvikuni og í kvøld sýndu teir sannførandi avrik, og hetta røkkur eisini til oddasessin, sum gevur heimavallarfyrimun, um talan verður um ein triða finaludyst.
Í dag var tað KÍF, sum átti munin størsta partin av dystinum. Í seinna hálvleiki fingu teir eisini veruliga ferð á kontraspælið, og hóast H71 minkaði nakað um munin móti dystarenda, so gjørdist tað ongan tíð veruliga spennandi.
Sigurin ber við sær, at KÍF eins og VÍF nú hevur 33 stig, men í innanhýsis uppgerðunum hevur KÍF staðið seg betur, og tí eiga teir oddasessin í deildini.
Tveir aðrir dystir vórðu eisini spældir í dag. Á Skála vissaði StÍF sær bronsuna, tá teir vunnu á Neistanum, og í Havn vann Kyndil tryggan sigur á botnliðnum úr Klaksvík.
Úrslitini í dag
KÍF-H71 31-28
StÍF-Neistin 31-26
Kyndil-Team Klaksvík 37-23
Eins og hjá kvinnum, so verða finaludystirnir spældir um páskirnar, og her verða tað altso KÍF og VÍF, sum fara at stríðast um FM-heitið.
Endaliga støðan
KÍF, 33 stig
VÍF 33
StíF 29
Kyndil 27
H71 23
Neistin 17
Team Klaksvík 6