Nevndin fyri viðarlundina í Vestmanna vil hava fólk at hugsa meira um umhvørvið og fara betur um náttúruna.
Týsdagin 9. mai eru 10 ár síðan tey fyrstu trøini vórðu gróðursett í viðarlundini í Vestmanna, og í tí sambnadi verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í bygdini í komandi viku.
Á hvørjum ári hava næminganrir í 1. flokki í Vestmanna skúla gróðursett síni egnu trø. Fyrrapartin týsdagin 9. mai fara allir næmingarnir í skúlanum ein túr út í viðarlundina, har 1. flokkur fer at gróðurseta síni trø.
Aftan á fara øll inn í Ítróttarhøllina at fáa okkurt til matna og fyri tosta. Undirhald verður eisini í høllini.
9. og 10. mai verða almennir fyrilestrar í Miðhøllini í skúlanum. Dentur verður lagdur á, at lívrunnið tilfar fer aftur í jørðina ístaðin fyri at kokyra tað á brennistøðirnar.
Seinastu tvey árini hevur nevndin fyri viðarlundina í Vestmanna tikið ímóti greinum og runnum úr urtagørðunum hjá fólki og malið tað til spønir, sum verða nýttar at halda grasinum í viðarlundini burtur. Sum frá líður verða spønirnar samstundis til bestu mold.
Soleiðis hava vestmenningar av sínum eintingum minkað munandi um burturkastið, sum annars hevði endað í Brennistøðini hjá IRF.
Í fyrilestrum, sum verða í Vestmanna skúla í komandi viku, verður greitt frá arbeiðnum hjá viðarlundini og øðrum ætlanum at betra umhvørvið.
Fyrilestrarnir verða týskvøldið 9. mai og mikukvøldið 10. mai.
Finnbogi Joensen, formaður í nevndini fyri viðarlundini, leggur fyri týskvøldið kl. 19. Eyðu Elttør, landsstýrismaður í umhvørvismálum, greiðir frá hvørjar ætlanir landsstýrið hevur á umhvørvisøkinum. Durita Brattaberg, sum er umhvørvisleiðari í Bodø í Norra, sigur fra sínum royndum. Og Tóri í Hoyvík, býargartnari í Havn, greiðir frá royndunum við sankutø í Føroyum og Íslandi.
Mikukvøldið greiðir Suni Petersen frá umhvørvisarbeiðnum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, har hann nú starvast. Til fyri kortum arbeiddi hann hjá IRF og hnn fer eisini at greiða frá ætlanunum hjá IRF at skilja rusknøgdirnar. Umboð fyri bygdarráðið í Vestmanna fer at greiða frá vetrarfriðingini í bygdini og hvørjar ætlanir kommunan hevur at verja umhvørvið. Uffe Bærentsen, sum arbeiðir hjá Enjo Føroyum í Vestmanna, fer at greiða frá reingerð uttan sápu.
Hósdagin er umhvørvið evnið í skúlanum. Og fríggjadagin fara næmingar og lærarar í Vestmanna at rudda alla bygdina.
Leygarkvøldið verður 10 ára føðingardagshaldið hjá viðarlundini hildið í Ítróttarhøllini.