Kim Tornby, sum býr saman við føroyskari kvinnu, er framleiðsluleiðari í fyritøkuni Elektromarine í Skagen. Men hann eigur eisini gallarí í Tversted, stutt norðanfyri Hirtshals, har eitt nú føroyingar hava sýnt fram sína list. Á bryggjuni í Skagen í dag møtti Portalurin dananum, Kim Tornby. Hann kom yvir til bilin og spurdi, um greinskrivarin var úr Føroyum.
Kim segði, at hann livir saman við føroysku kvinnuni, Hannelin á Hálvmørk, og at tey annars hava nógv samband og samskifti við føroysk listafólk í samband við gallaríið, sum hann hevur í Tversted.
Tversted liggur stutt norðanfyri Hirtshals.
Spurdur, hvat hann annars tekst við, segði Kim Tornby, at hann er framleiðsluleiðari í fyritøkuni, Elektromarine, sum serliga fæst við el og ger el-talvur og stýringstalvur til fiski-og frálandavinnuna.
Eini 50 fólk arbeiða hjá Elektromarine í Skagen.
Á Skagens Skibsværft liggja nógv skip í hesum døgum, summi við bryggju og onnur á beding. Líkt er til, at her er rættiliga nógv skipavirksemi og nógv handverksarbeiði.
Trý føroysk skip liggja eisini í Skagen í løtuni. Tey eru Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu og Fagraberg.
Kim Tornby segði, at hann hevur havt fleiri føroysk listarfólk á gallaríi sínum í Tversted, sum hann kallar Galleri Tornby.
- Millum tey, sum hava sýnt fram her hjá okkum, eru eitt nú Øssur Mohr og Hilmar Højgaard, og Eivør Pálsdóttir hevur verið í hølunum hjá okkum, segði Kim Tornby.
Tey, sum hava hug at hyggja inn á heimasíðuna hjá Galleri Tornby, kunnu fara á www.galleritornby.dk