Oddfríður Marni Rasmussen
Bókmentafrøðingar eru sum hýruvognar ein illveðursdag. Leika teir ytru máttirnir so í, at ikki er útfarandi, eru hýruvognar ikki til at fáa fatur á. Soleiðis kemur tað mær fyri.
Eg fekk í hendi seinasta hjartaslátturin frá norðurlendska tíðarritinum Nordisk Litteratur, sum Jógvan Isaksen saman við øðrum ritstjórnar. Í Nordisk Litteratur er ein grein, sum Kim Simonsen hevur skrivað. Eg má siga, at eg gjørdist so skelkaður, at beinagrindin var um at loysna frá kjøtinum. Greinin, sum eitur “At turde sige noget smukt igen”, og sum eisini er týdd til enskt, skal eitast at vera ein viðgerð av bókmentum í Føroyum, har greinaskrivarin, søgufrøðingurin, heimspekingurin, rithøvundurin, ritstjórin, “konfirensstuderende” og filmsummælarin á sínum ógvuliga sjálvsøkna hátt svertar alt til, sum ikki fellur í hansara realistiska smakksans. Eg veit ikki um heitið á greinini sipar til, at Kim nú skal tora at siga okkurt vakurt um seg sjálvan aftur.
Eitt er at siga sína meining og grundgeva fyri henni, men at hálova sær sjálvum á henda hátt er nakað sum sjálvt Carl Jóhan Jensen ikki hevði komið sær at gjørt. Fyrst hálovar hann tíðarritinum Outsider Magazin og teimum, sum ritstjórnað hava, eitt sindur skrivar hann um, hvussu væl teir viðgera bókmentir frá 2000 til 2006. Ein ørgrynna av alskyns nøvnum verða tveitt inn í greinina, soleiðis, sum Kim nú einaferð plagar at gera. Har eru upp í spannir av endurgevingum. Tað er ógvuliga sjónskt, at har Kim ikki torir at siga nakað sjálvur, ella sum hann onki veit um, íðan, so letur hann onnur siga tað fyri seg. Nógv av nøvnunum, sum hann nevnir, eru skeivt stavað, so sum Palaniuk (Kim) Palahniuk (soleiðis eitur maðurin) og Wentzel (Kim) meðan tíðarritið eitur Vencil, men hetta er ikki ókent. Hann hevur sagt, at Kjartan Hoydal var rithøvundurin, sum skrivaði og ikki Karsten Hoydal.
Innihaldið í greinini er ikki óhoyrt her á okkara leiðum. Hann skrivar tað sama evindaliga jabbið um, hvussu postmodernisman við Tóroddi Poulsen á odda hevur forpestað føroyskar bókmentir nóg leingi, og nú er brúk fyri hardcore realismu, sum hann málber seg. “På Færøerne er disse forfattere endnu ikke så mange, men de er ved at komme, her tænker jeg på Kim Simonsens (f.1970) digtsamling Kodakbilleder fra halvfjerdserne ...” Hetta er óhoyrt, at ein maður sleppur at føra seg sjálvan so sjónliga fram, meðan bókmentafrøðingar leggja brillurnar frá sær og seta klaffar fyri eyguni.
Eg tigi ikki, tá ið Kim sigur: “Personligt føler jeg både som litterat, forfatter og redaktør, og som en form for generationstalerør, at der er en seriøs proces igang ...” Hann skal undir ongum umstøðum útnevna seg sum fikkuriddara fyri føroyskan skaldskap. Hann kann hava eina meining um tað, sum skrivað verður, sína persónligu meining, og ikki sum ein pílikur, ið endurgevur meiningar hjá Guði og hvørjum manni.
Eitt er, at Kim Simonsen, rithøvundur, ritstjóri, etc, etc, etc, etc, etc ... skrivar hetta í føroyskum bløðum, tí at ongir útlendingar skilja føroyskt, men at hann sleppur at skriva sovorðið bæði á enskum og donskum, er óhoyrt. Hetta má vera skrivað í vónloysisøði, nú tíðarritið Nordisk Litteratur hevur fingið banahøggið og ikki kemur út aftur í sama líki.
Eg heiti á allar bókmentafrøðingar í Føroyum um at mótmæla hesi viðgerð av føroyskum bókmentum, og at lata norðurlendskum tíðarritum og tíðindabløðum rættvorðnar og kompetentar viðgerðir – tí at her má vera talan um viljaða og miðvísa villleiðing.