Kim Simonsen vunnið virðisløn í Makedonia

Støðugt gera føroysk listafólk um seg í útlondum og skapa áhuga fyri okkara landi og mentan. Hetta gongur fyri seg allatíðina og á øllum stigum og innan øll listasløg. Fyri løtu síðani kom eitt jublandi seksstjørnað ummæli á Soundcloud, ið snýr seg um framførsluna hjá føroysku Brimheim á Spot-festivalinum í Aarhus, filmurin hjá Gudmundi Helmsdal Nielsen, Trøllabeiggi hevur fingið so nógvar virðislønir, at tær næstan ikki eru teljandi, herfyri var nýggja útgávan hjá Teiti vikupláta í týska útvarpinum og í næstu viku fer Eivør á turné fyrst í  Europa og síðani í Norðuramerika. Her er bara nøkur tilvildarlig dømi um gott listarligt virksemi, ið alt skapar áhuga ikki einans fyri listini, men eisini fyri heimstaðinum hjá listafólkunum. Og innan tær sonevndu smalaru listirnar eru vit eisini heilt frammi í skónum so at siga.

 

 Í vikuni gjørdist greitt, at bókin hjá Kim Simonsen, Hvat hjálpir einum menniskja at vakna hesumegin hetta áratúsind hevur vunnið eina virðisløn í Makedonia sum besta útgáva har í 2021 frá The Association of Publishers and Booksellers of Macedonia (ZIKM) á altjóða bókamessuni í Skopje.  

 

Soleiðis skrivar Kinna Poulsen, ummælari, á www.listaportal.com, og har umrøður hon víðari bókina.