Kim Wilde og Bryan Rice brúktu bíðitíðina

Klaus Meine vísti Kim Wilde myndir av Føroyum á fartelefonini, og segði henni, at Føroyar eru eitt fantastiskt stað og at teir høvdu eina av sínum bestu pallupplivingum


Kim Wilde og Bryan Rice sótu sunnukvøldið á Hotel Føroyum og bíðu eftir at sleppa avstað við flogfari. Sosialurin fekk orð á tey bæði, meðan tey bíðaðu.

Í samrøðu søgdu tey bæði, at tey hava hugnað sær í Føroyum.

Kim Wilde, Bryan og manning hansara hugnaðu sær á Café Natúr leygarkvøldið við sangi og spæli, og Kim Wilde fór eisini eina løtu á pall í Rex.

Spurd, um hon er kedd av, at hon ikki slapp á pall, sigur hon skemtandi, men sorgblíð, at hon jú var á palli leygarkvøldið, men at tað jú var á ymsum skeinkistøðum í Havn. Men hon er sjálvsagt kedd av, at tað ikki eydnaðist at spæla á Summarfestivalinum, men hon vónar, at hon sleppur aftur eina aðruferð.

Kim Wilde hitti Klaus Meine úr Scorpions ávegis til Summarfestivalin, og hann greiddi henni frá, at Føroyar eru eitt fantastiskt stað og at teir høvdu eina av sínum bestu pallupplivingum á Summarfestivalinum.

Og Kim Wilde er samd við Klaus Meine, og hon metir, at vakurleikin her minnir ikki sørt um økið, ið hon sjálv kemur frá í Onglandi.

Hon hevur havt tað gott á Føroyaferðini, men vónaði at sleppa avstað úr Føroyum, tí aðrar uppgávur bíða.


Bryan

Bryan Rice fór á pall á Summarfestivalinum, men mátti gevast. Tourmeistari hansara gjørdi bart, og tók Bryan av palli, tá Bryan hevði spælt 5 løg, tí festivaltjaldið var við at fara í nógva vindinum.

Bryan er keddur av, at tað ikki eydnaðist at spæla øll løgini og at hann ikki eingang fekk sagt lurtarafjøldini takk og farvæl.

- Vit spældu eina konsert og nutu hvørja løtu, tí tað gekk væl hjá okkum. Og mær dámar eisini so sera væl at vitja í Føroyum, so eg vóni, at eg sleppi at vitja aftur, sigur Bryan Rice.

Bryan skuldi ætlandi til Svøríkis klokkan 7 mánamorgunin, men tað var sera ivasamt sunnukvøldið, tí Kim og Bryan væntaðu ikki at sleppa avstað fyrr enn klokkan 3 á nátt, tí flogferðslan hevur verið so nógv seinkað.