Byggitilboðið úr Kina US$ 11.300.000,-
Byggieftirlit av Skandinavum US$ 350.000,-
Kostnaður at sigla skipið til Føroyar er uml.US$ 300.000,-
? Kostnaður íalt tá skipið er við kai í Føroyum er US$ 11.950.000,-
Hetta er í krónum við kurs 6,8 íalt umleið DKK 81.000.000,-
Skipið kostar umleið 81 milliónur krónur, tá tað liggur við kai í Føroyum og allar broytingar eru tá íroknaðar sambært krøvunum frá V&B. Hetta er prísur fyri akkurát sama skið sum ætlanin er at byggja antin í Norra ella í Føroyum.
Vit hava annars ikki fingið møguleika at samráðast um prísin av nýggjum.
Jørgen Niclasen landsstýrismaður segði í 5?aranum 14.04.1999 at um prísmunurin at byggja í Kina var nóg stórur, so vildi hann sjálvandi kanna málið nærri.
Tá verðuleikin nú er, at tað er umleið 20 milliónir krónur bíligari í Kina, so skuldi hetta verið nóg stórur prísmunur fyri, at Jørgen Niclasen fer at kanna málið betur.
Ella hvussu stórur skal prísmunurin annars verða, áðrenn Jørgen Niclasen vil kanna Kina betur?
Endurtakast skal at óansæð, hvat ráðgevararnir hjá Jørgen Niclasen ella hann sjálvur siga, so er prísurin í Kina umleið 20 milliónur krónur bíligari. Alt annað er bygt uppá ósannindi og óvitan.
Vinarliga heilsan,
Álvur B. Mortensen