Kina bannlýsir burkuna

Mynduleikarnir banna nú burkuna í muslimska partinum av kina.

Myndugleikarnir í sjálvstýrandi útnyrðingspartinum av Kina, Xinjiang, hava nú avgjørt at bannlýsa kvinnum at vera í burkum í Urumqi.

 

Avgerðin kemur í kjalarvørrinum av fleiri samanstoytum í vesturpartinum av Kina. Hetta er somuleiðis ein roynd at basa einum vaksandi víðgongdum hugburði í mest muslimska partinum av Kina, sambært myndugleikunum.

 

- Burkur eru ikki vanlig pløgg at bera hjá kvinnunum í Urumqi, og frammanundan er longu ólógligt at bera burkur bæði í Belgia og Fraklandi, siga myndugleikarnir sum part av grundgevingini fyri lógarbroytingini.

 

Í Xinjiang økinum eru um 22 milliónir íbúgvar, og mett verður, at 13,4 milliónir av hesum eru muslimar. Við landamørkini í Kina hava eisini verið nógvir samanbrestir, sum tíðindabløðini í Beijing oftast lýsa sum víðgongdan islamskan yvirgang. Í enska tíðindablaðnum, the Telegraph, vísa serfrøðingar tó á, at talan er heldur um etniskar spenningar millum báðar bólkarnar. Kommunistiski flokkurin í Xinjiang ráddi eisini myndugleikunum at brýna sær svørðini og leypa á yvirgangsmenninar.

 

Mannarættindafelagsskapir, hinvegin, leggja kinversku stjórnina undir at nokta íbúgvunum trúarfrælsi. Tey vilja eisini vera við, at herdi politikkurin hjá kommunistiska flokkinum mótvegis islam, økir um vandan, at muslimskir ungdómar gerast víðgongdir, nú einan fólk yvir 18 sleppa í moskurnar í Xinjiang.