Kina kann gerast eitt eldorado

Chili og Kina fara nú at tosa um fríhandilsavtalu. Mett verður, at Kina kann gerast eitt rættiligt eldorado hjá feløgum sum vilja selja fiskavørur og aðrar vørur úr havinum til landið

Marknaður

Kinverska stjórnin leggur nú upp til samráðingar við Chili um eina fríhandilsavtalu millum londini.
Kina er stórur keypari av fiskamjøli úr Chili, sum er heimsins næststørsta framleiðaraland av mjøli. Á fyrsta plássi liggur Peru.
IntraFish skrivar, at Kina kann gerast ein stórur keypari av laksi, tí í pørtum av hesum stóra og fólkaríka landi er laksur høgt í metum.
Mett verður, at sonevndi miðal-klassin í Kina telir 60 miljónir fólk. Fer framgongdin í landinum, sum liggur um 8%, at standa við, verða hesar 60 miljónirnar, 175 miljónir menniskju um eini 5 ár.
Tí verður mett, at Kina kann gerast eitt rættiligt eldorado hjá teimum, sum vilja selja fiskavørur til landið.