Kina: USA blandar seg í innhýsis viðurskifti og skaðar álitið

Kina er sera ørkymlað av »negativum orðum og gerðum« frá USA um millum annað Hongkong, sigur Xi forseti.

Forsetin í Kina, Xi Jinping, leggur USA undir at blanda seg í innanhýsis viðurskifti hjá Kina.

Tað gjørdi hann í gjár í eini telefonsamrøðu við amerikanska starvsbróðir sín, Donald Trump, skrivar tíðindastovan Xinhua.

Xi segði við Trump, at Kina er sera ørymlað av »negativum orðum og gerðum« frá amerikanskari síðu um Taiwan, Hongkong, Tibet og Xinjiang-landslutin, skrivar statsliga kinesiska tíðindastovan.

– Hesar gerðir hava verið uppíblanding í innanhýsis kinesisk vðurskifti, og hava skatt áhugamál hjá Kina og undirgrava sínamillum álitið og samstarvið millum báðar partar, skrivar Xinhua.

Tað skapti vreiði í Kina, tá Trump í síðsta mánaði undirskrivaði eina lóg, sum letur upp fyri, at tiltøk kunnu setast í verk ímóti embætismonnum, sum verða hildnir at hava ábyrgd fyri mannarættindabrotum í Hongkong.

Xi forseti segði seg samstundis vóna, at teir báðir leiðararnir kundu halda samskiftiskanalirnar opnar, skrivar tíðindastovan.

Trump skrivar á Twitter, at tað eru »framstig« viðvíkjandi Hongkong, sum hann tosaði við Xi forseta um.

Amerikanski forsetin skrivar, at hann »hevði eitt ógvuliga gott prát við Xi forseta« um handilsavtaluna millum tey bæði londini.

Telefonsamrøðan millum teir báðar leiðararnir fór fram eina viku eftir, at fyrsti partur av eini handilsavtalu, sum skal enda 18 mánaða handilsstríð, stórt sæð er upp á pláss. Eftir smáar tillagingar vanta bara undirskriftirnar frá báðum pørtunum, segði handilsumboðið hjá USA fyrr í vikuni.

 

/ritzau/Reuters

##med2##