Kirkjan í eini øsingartíð

Tað hevur mangan verið skelkandi at hoyra og síggja í fjølmiðlunum, hvussu summir av okkara løgtingsmonnum og -kvinnum bera seg at í viðgerðini av ymsum álvarsmálum í tinginum.

Mær rennur t.d. í hug tann syrgiliga atburðin, ið fór fram undir viðgerðini við at fáa rúsdekkalógina viðtikna til stóran skaða fyri mangan einstaklingin, mangt heimið og landið alt, tí summi hildu seg eiga eina turkatrúgv á, at tey kundu við at gera brennivínssøluna fría, læra fólk at drekka brennivín. Í dag líður stórur partur av okkara fólki undir hesum mistaki - ikki minst konur og børn, tí vit eru bara gliðin longur út í evjuna - sum t.d. hesar seinastu dagarnar við trætumálinum um fleiri útskeinkingarstøð við vinnuligum endamáli.

Fyri at nevna ein tann margháttligasta sjónleikin, sum hesar seinastu dagarnar er farin fram í okkara háttvirda løgtingi, og sum hevur skilkað meg, fari eg at flyta nøkur orð til nakrar løgtingsmenn og -kvinnur, sum tykjast iki vita, hvat tey gera.

Orð míni eru til teirra, sum nú í politiskari øði og tankaloysi ætla at yvirtaka fólkakirkjuna úr tí skipan, sum nú er.

Eitt er, at tjóðveldisemnn - óivað við bestu ætlan, men í teirra vanliga stuttskygni brúka hesa sjúku tíð í Føroyum at rumbla við og halda seg ikki ov góðar at brúka sjálva kirkjuna til tess; men at so aðrir, sum vanliga verða hildnir at vera skilamenn, skulu lata seg villleiða og tiknar á bóli av politiskum ørvitiskenslum, er ein syrgilig sjón.

Í fyrstu skiftu eigur eitt mál sum hetta ikki at verða avgjørt í bráskundi politiskt við einum so veikum og ivasomum fleirtali, sum tað nú møguliga hómast við 3. viðgerð, og alraminst í eini so uppøstari tíð sum hana, vit uppliva nú.

Henda øsingin hevur einki við okkara kirkju og kirkjulív at ger,a en tykist nú at verða brúkt at fremja politisk áhugamál - mál, sum einki hava við kirkju og andslívið at gera.

Um so einstakir danskir bankamenn og einstakir danskir politikkarar hava mistikið seg móti føroyingum í pengamálum ella ikki, so hevur kirkjan og hennara viðurskifti einki við tað at gera, tí um so er, at teir eru sekir, so er at taka eina uppgerð við teir, soleiðis sum rættarviðurskiftini eru í landinum og í ríkinum, men kirkjan og hennara viðurskifti eiga ikki at verða ørkymlað av hesum - tað mugu skilamenn og góðir kirkjumenn ikki hava sitandi á sær í seinni tíðum.

Okkara kirkjulív hevur gjøgnum tey seinastu hundrað árini, í hvussu er, liðið alt ov nógv av skilaleysum politiskum ágangi, sum so aftur elvdi til syrgiligan politiskan baksláttur til skaða fyri kirkjulívið, gudslívið sum heild.

Nú er kirkjan føroysk, og hjá øllum kreftum, ið vilja henni væl, ber til at stuðla og fremja hennara stavnhald í fólki okkara. Vit hava ikki brúk fyri politiskari undirlutakenslu, tí hon er einki mætari enn tann politiska háspenningin, sum ber lívsvanda í sær.

Føroyska kirkjan hevur nú við teimum nýggju kirkjuligu lógunum møguleika at samarbeiða við donsku kirkjuna og danskar kirkjumenn til frama fyri okkara kirkju, soleiðis sum vit sjálvir halda vera best.

Tað gamla er grivið. Tann gamla tíðin er farin. Nú kunna og eiga vit at samarbeiða við donsku kirkjuna. Vit skulu læra at taka tað besta við úr henni og læra hana tað besta hjá okkum, tí vit hava enn ikki so lítið at læra onnur. Vit skulu tí ikki nú fara undir eina politiska yvirtøku av kirkjuni og so missa hana burtur millum skerini her úti í Atlantshavinum hástórir og í sjálvsøkni. Tað skal meira til enn politiskt snildi.

Hetta var so í fyrstu syftu.

Í aðru syftu taka vit fíggjarviðurskiftini. Sum nú viðurskiftini eru í samfelag okkara er skipaður friður og fíggjarlig arbeiðslíkindi á kirkjuliga økinum. Kirkjufólkið hevur sum er almikið við at rinda ta ovurhonds stóru landsskuld, sum okkara politikkarar, okkara vinnulív og okkara privatlív hava loyvt hvørjum skattgjaldara upp á bakið - teir klóku siga einar 7-9 milliardir - til núlivandi og komandi ættir at knúgva undir.

Av hesum 7-9 milliardunum blása okkara politikkarar og okkara fjølmiðlar nú bara 1-1,5 milliard so øgiligt upp, tí onkur skal hava spekulerað ov nógv, verður sagt, meðan fólkið tigandi og tivandi skal knúgva undir restini, sum um eingin hevur spekulerað í hesi restini. Soleiðis tykist politikkur at vera.

Og nú eru so nakrir, sum halda seg vera gloymdar í politikki og royna tí at gera eitthvørt hissini - og so kemur hetta uppskotið at gera kirkjuna føroyska - sum um hon ikki er føroysk!

Tað er ov vánaligt av politikkarum, at brúka kirkjuna sum valagn til løgtingsvalið, sum hómast í næstum. Mær tykist, at ongastaðni í heiminum er kirkjan so sermerkt í fólkinum sum tann føroyska kirkjan í okkara landi.

Góðu menn og kvinnur! Háttvirdu løgtingsfólk!

Gevið kirkjuni frið nú at trívast og styðið hana alt tað, tit megna sum politikkarar bæði andliga og fíggjarliga, tí hetta ber væl til sum viðurskiftini eru. Okkara ungdómur hevur stóran tørv á stuðli frá kirkjuni at uppbyggja teirra andslív við, so at her ber til hjá tykkum at sýna góðviljan og styrkja kirkjulívið í landinum. Vísið kirkjuni vælvild á onkran slíkan hátt, men bara ikki við politiskari undirlutakenslu.

Og latið so vera við nú aftur at bólta einar 11-15 milliónir árliga púra óneyðugar aftrat upp á herðarnar á okkum skattgjaldarum og so tað samfelagsliga sorlið omaná, sum eisini tá fer at fylgja í kjalarvørrinum, og sum tit helst ikki hava fingið eyguni á enn.

Enn eru vit nógvir føroyingar, sum eru góðir við okkara kirkju, og sum ikki hava undirlutakenslu.

Háttvirdu løgtingsfólk! Komi og veri okkara millum, um tit í veruleikanum eru góð við kirkjuna og sjálvandi eisini góðir føroyingar!


7. febr. 1998

Johs. Andr. Næs