Nógv er skrivað um Føroyar undir krígnum. M.a. hava fleiri lesandi skrivað serrit um hetta tíðarskeiðið, har tey hava viðgjørt búskap og politikk, og eitt meginverk um Føroyar undir seinna heimsbardaga munnu vera tey seks bindini um »Stríðsárini« eftir Niels Juel Arge. Í allarri hesari søguskriving er tó lítið nevnt um ta føroysku fólkakirkjuna undir krígnum.
Men nú er kortini okkurt komið undan kavi um hetta evnið. Í seinastu viku kom út nýggj bók, sum er eitt heiðursrit, ið kallast »Kirken mellem magterne«. Millum tey, sum skriva, eru Jákup Reinert Hansen, sóknarprestur.
Hinar greinirnar í bókini eiga m.o. Hans Gammeltoft-Hansen, Fólkatingsins umboðsmaður.
Jákup Reinert Hansen vísir í sínum kapitli á, at hetta at skriva um føroysku kirkjuna undir krígnum hevur verið eitt slag av pionerarbeiði.
Jákup Reinert Hansen skrivar, at formliga hevði fólkakirkjan í Føroyum verið próstadømi undir stiftinum á Sælandi og seinni Keypmannahavnar stifti í eini 300 ár. Haðani vórðu prestar settir, og haðani komu lógir og kunngerðir. Og seinni varð tað eisini haðani, at loyvi varð givið at brúka føroyskt mál í guðstænastuni. Í veruleikanum var siðvenja, at próstur tók sær av av meginpartinum av teimum umsitingarligu uppgávunum.
Ovbyrjaðir prestar
Síðani 1918 hevði Jákup Dahl verið Føroya próstur. Longu tann 11. apríl 1940 (dagin fyri at fyrstu ensku hermenninir komu á land í Føroyum) hevði Jákup Dahl gjørt vart við, at lønarviðurskiftini hjá prestunum vóru blivin ótrygg. Tí varð avgjørt, at tað sokallaða Færøernes Oppebørselskontor skuldi gjalda prestunum lønina sum forskot.
Prestarnir vóru ikki væl mannaðir. T.d. var tann kendi presturin í Kvívík, Grøn, júst farin frá, og eingin teologiskur kandidatur var í landinum at yvirtaka embætið. Buhl-Nielsen á Nesi, sum hevði ábyrgdina av sjey kirkjum, fekk tí fimm kirkjur afturat í eystara parti av Norðstreymoy at røkja.
Av tí at kona hansara var heilsuveik, og prestagarðurin lá sera ábært - bert fáar hundrað metrar frá kanónunum við munnan á Skálafjørðinum - gjørdu tey av at flyta til Norðskála.
Tann ungi kappellánurin í Havn, Jákup Joensen, fekk álagt at røkja tær tríggjar kirkjurnar í vestara parti av Norðstreymoy umframt tær fimm, sum vóru í Suðurstreymoy. Hann bleiv annars í 1963 okkara fyrsti varabispur.
Heilsan hjá Jákupi Dahl, prósti, var farin at bila, og tí var hann eftir februar 1941 hvørki førur fyri at halda guðstænastur ella at ferðast kring landið sum próstur.
Hann varð tó verandi í embætinum, til hann andaðist í 1944.
Jákup Reinert Hansen vísir á, at deyðsboðini av Dahl prósti var tað einasta, sum Fuglsang-Damgaard, bispur, frætti úr Føroyum undir krígnum. Eitt stutt fjarrit varð sent úr Føroya amti, sum tað varð kallað yvir Stokkhólm: »Fader døde 5. juni. Sverri Dahl«.
Vegna danska kirkjumálaráðið setti amtmaðurin tann elsta prestin í Føroyum í próstaembætið, Gulak Jacobsen í Hvalba. Hann var tá 73 ára gamal.
Seinni í 1944 varð Jákup Joensen settur sóknarprestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi, og Blicher-Winther, sum longu hevði 5 kirkjur at røkja á Sandoynni, fekk ábyrgdina av vestaru síðu av Norðstreymoy.
Henda skipan riggaði helst bara tí, at fólk frammanundan vóru von við deknaguðstænastur flestu sunnudagar í árinum. Barnadópar og vígslur máttu bíða, til prestur einaferð kom. Fólk vóru von sjálv at jarða tey deyðu, men mold varð ikki kastað á, fyrr enn prestur kom.
At støðan ikki hevur verið nøktandi, sæst m.a. í hesum brotinum, E.M. Thulesen, prestur, skrivaði um Føroyar undir krígnum:
»Vi Præster har jo paa en Maade været overladt til os selv.
Hver enkelt har stort set haft autonom Myndighed indenfor sit særlige Præstegæld, da vi jo på Grund af Provst Dahls alvorlige Sygdom allerde fra Foraaret 1941 faktisk har været uden Provst.(...)
Der har været for få Præster paa Færøerne i disse Aar. Og da Rejseforholdene er saa besværlige(...) har det nødvendigvis medført, at paa den ene Side enkelte Præster har haft uforholdsmæssig meget at gøre, og paa den anden Side, at Betjeningen ikke i alle Forhold har kunnet blive saa fyldestgørende som ellers.«
Bretar tóku missiónshús
Bretska hersetingarvaldið gjørdi ikki stór inntriv í privatu viðurskiftini hjá vanliga føroyinginum. Prestarnir sluppu at tosa frítt uttan sensur, um teir ikki nevndu nakað, ið hevði við stratetegisk áhugamál at gera. Tað kom sjáldan fyri, at kríggið beinleiðis ávirkaði teirra arbeiði. Tó tveitti eitt týskt flogfar í 1941 bumbur eftir vitanum í Mykineshólmi, meðan vitaansarin, familja hansara og presturin hildu barnadóp.
Sama ár varð eitt líkfylgi órógvað í Klaksvík, tá flogfør tveittu bumbur eftir skipum, sum lógu við bryggju.
Í Vágum búleikaðust eini 6000 av teimum tilsamans 8000 hermonnunum í Føroyum. Teir flestu búðu í barakkum, men vællýddi obertsloytnanturin, Adamsson, tók sær bústað í prestagarðinum í Miðvági. Fleiri missiónshús vóru tikin av bretunum, og helst hava tey eisini verið brúkt til meira »verðslig« endamál. Kirkjurnar fingu tó frið.
Sigldu vandasjógv
So ber til at spyrja, hvussu stóð til hjá fólkinum, sum prestarnir skuldu tæna. Sum fiskivinnutjóð høvdu fingu føroyingar úr at gera. Klippfiskurin gav kvinnunum nógv arbeiði, og av tí at íslendingar ikki vildu sigla fisk til Bretlands, um bretski herurin ikki vardi fiskiflotan, tóku føroyingar sær av hesum. Trolararnir fiskaðu, meðan tær gomlu sluppirnar og skonnartirnar vórðu brúktar sum flutningsskip. Tilsamans útvegaðu føroyingar meira enn ein fimtapart av tí fiski, sum kom á land í Bretlandi krísárini.
Hesir menn vunnu nógvan pening, men av tí at fáir mans vóru umborð á hvørjum skipi, var eisini arbeiðsloysi. Tí fóru nógv fólk til Íslands at arbeiða.
Av tí føroyingar nú útvegaðu bretum fisk, vóru teir av týskarunum roknaðir sum fíggindar, hóast talan var um siviliar fiskimenn, hvørs skip høvdu Merkið málað á síðuna. Tí var ikki tespiligt at sigla millum minur og kavbátar, og tilsamans doyðu 132 føroyskir sjómenn hesi árini.
Kríggið ávirkaði prædikurnar
Hesar umstøður ávirkaðu sum vera man boðanina hjá prestunum, staðfestir Jákup Reinert Hansen í síni gransking.
Færøsk Kirketidende var komið út síðan 1890 og varð mestsum roknað sum málgagn hjá kirkjuni. Kristiligt Ungmannablað kom út fyrstu ferð í 1934, og hevði ein meira ungdómsligan stíl. Upplagið vaks, og sambært lesarabrævum var ein av orsøkunum, at fólk saknaðu donsk bløð sum t.d. Indre Missions Tidende og Familie Journalen.
Jákup Dahl hevði ritsjórnað Kirkjutíðindum síðan 1925, og linjan hjá blaðnum var rættiliga føst. Í næstan hvørjum blaði stóð ein føroysk prædika, sum Jákup Dahl sjálvur hevði skrivað, og í einstøkum førum átti Gudmund Bruun, sum í nógv ár hevði hildið føroyskar guðstænastur í Keypmannahavn, prædikurnar.
Hesar prædikur vóru tíðarleysar, og tað ber neyvan heldur til at rokna við at finna tilsipingar til kríggið í hesum mánaðarligu prædikum, staðfestir Jákup Reinert Hansen. Men av tí at blaðið hevði eina serstøðu, ber til at hugsa sær, at onkrar av prentaðu prædikunum vóru ætlaðar til onnur enn tey, tær upprunaliga vórðu hildnar fyri.
Í mars 1941 prentaði Kirkjutíðindi eina prædiku, sum Bruun hevði hildið í Slotskirkjuni á Kristiansborg 2. jóladag árið fyri, og sum varð útvarpað í Danmarks Radio.
Jákup Reinert Hansen metir hesa prædiku vera týdningarmikla, av tí at hon umrøður ein av høvuðstrupulleikunum við krígnum: skilnaðin millum Føroyar og Danmark og útlegdina hjá nógvum føroyingum. Hesar føroysku guðstænastur høvdu stóran fólksligan týdning fyri føroyingar í Keypmannahavn, staðfestir høvundurin. Eisini varð ein heilsan borin frá biskuppinum í Keypmannahavn.
Mintust sjólátin
Nýggjársdag í 1942 tók Jákup Joensen stig til eina árliga afturvendandi guðstænastu í Havnar kirkju til minnis um tey sjólátnu. Jákup Reinert Hansen metir, at Jákup Joensen kann hava fingið íblástur frá beiggja sínum, Robert Joensen, sum í einum minningarorði í Kristiligum Ungmannablaði rør framundir, at tað sum áður kundi elva til landasorg, høvdu fólk nóg illa tíð at syrgja um, av tí at so nógv annað fylti sinnini í krígsárunum.
Jákup Reinert Hansen endurgevur eisini eitt drúgt brot úr eini kenslubornari prædiku hjá Jákup Joensen 1. januar 1943. Eftir prædikuna vóru nøvnini á 60 av teimum sjómonnunum, sum vóru farnir á sjónum farna árið, lisin upp!
Prædikur, pengar og politikkur
Tvær ferðir um árið skiftust prestarnir at prædika í Havnar kirkju. Hetta var á ólavsøku, og tá Løgtingið kom saman fyrsta týsdag í september í árunum 1936 til 1944.
Prædikurnar, sum Jákup Joensen helt, tá Løgtingið kom saman í 1941 og á ólavsøku í 1942, høvdu ikki sama syrgiliga dám, sum tær til minnisguðstænasturnar á nýggjárinum.
Her verður meira nomið við tann stóra verðsliga – peningaliga - vinningin, sum er vunnin til landið tað seinasta árið. Men eisini umrøður hann, hvat hetta hevur kostað í mannalívum, skipum og moralskum forfalli. Í 1942 ávarar hann serliga ímóti , hvat ov nógvir pengar og ognir, matur og drekka kunnu føra til.
Tá Løgtingið kom saman í 1943 prædikaði Mejdahl, prestur, Hann var pápi Christian Mejdahl, sum nú er formaður í danska fólkatinginum.
Her snýr tað seg serliga um danskan politikk. Mejdahl rósar dønum fyri at hava slitið samstarv við týska hersetingarvaldið stutt áðrenn. Hann tosar eisini um altjóða politikk og væntar, at tað ræðuliga og harða kríggið bert kann vinnast við enn og harðari kríggi. Nýggjar áskoðanir sum t.d. fascisma, nazisma og kommunisma koma allar at lúta, spáar Mejdahl. Síðani vendir hann sær til løgtingsmenninar og vil vera við, at politikkur er ikki skitin, men at tað skitna kemur frá menniskjunum sjálvum.
Í september 1944, prædikar sandoyarprestur, Blicher-Winther. Hann er bjartskygdur og væntar, at kríggið verður liðugt áðrenn Tingið er komið saman árið eftir. Í prædikuni verða líðingarnar hjá norrmonnum og dønum undir týskum hervaldi nevnd. Men eisini tað fámenta føroyska fólkið hevur síni deyðu at minnast, minnir hann á – og lutfalsliga hava føroyingar helst fleiri deyð at minnast enn nøkur onnur tjóð.
Friður eftir kríggj og útlegd
Sum heild metir Jákup Reinert Hansen, at viðurskiftini undir seinna heimsbardaga settu stór krøv til fámentu prestarnar í Føroyum, men at teir røktu sína skyldu, sum teir áttu.
Tað kann tykjast, sum broytingarnar hava verið stórar og eru komnar skjótt í føroyska samfelagnum í krígsárunum. Fólk fingu vunnu fitt av peningi og nýtslan vaks hareftir. Men so við og við settu teir menniskjaligu missirnir síni spor.
15. apríl 1945, stutt fyri at týskararnir góvu skarvin yvir, komu tey góðu viðurskiftini við bretska hersetingarvaldið til sjóndar, tá ein felags føroysk, donsk og ensk guðstænasta varð hildin í Havnar kirkju fyri Roosevelt, forseta í USA. Og tá kríggið er av, takkar Blicher-Winther í Sands kirkju Bretlandi, USA og Russlandi fyri avrikið.
Friðurin kendist sum ein lætti, og í prædiku síni tann 19. august 1945 ynskir Jákup Joensen øllum teimum mongu útisetunum vælafturkomnum, sum hava verið í útlegd.
Friðurin mundi eisini kennast sum ein lætti hjá teimum donsku prestunum, sum ikki vóru slopnir at vitja heimlandið hesi árini. Tað gekk heldur ikki long tíð, fyrr enn flestu teirra høvdu fingið sær prestaembæti í Danmark, og ungir føroyskir guðfrøðingar høvdu tikið sæti í teirra embætum ella í nýggjum embætum, sum komu eftir kríggið.
-- -- -- -- -- -- --
Jákup Reinert Hansen, sóknarprestur, ið júst hevur latið úr hondum ein part av síni gransking um føroyska kirkjusøgu undir seinna heimsbardaga.
Greinin »Færingerne og folkekirken 1940-1945« stendur í bókini »Kirken mellem magterne«, sum er eitt heiðursrit, ið er ognað Jens Holger Schjørring, ið er professari á universitetinum í Århus.
Jákup Reinert Hansen sigur við Sosialin, at fyri honum er tað ein heiður at verða boðin at skriva til ein slíka bók, sum kemur út millum nógv fólk og á stór bókasøvn.
- Fleiri av teimum føroysku prestunum, sum hava lisið í Århus, hava gingið til undirvísing hjá Schjørring og skrivað uppgávu hjá honum. Hann var vegleiðari hjá mær ta seinastu tíðina, eg skrivaði mína Ph.D. Evnið Fólkakirkjan og krígsárini í Føroyum er áhugavert, og lítið og einki er skrivað um tað.
- Tað er sera gevandi fyri meg sjálvan, serliga at hitta fólk, sum minnast hesa tíðina aftur. Tey lurta við stórum áhuga og hava altíð okkurt at leggja aftrat, sum ger, at eg fari ríkari heimaftur, enn eg kom, sigur Jákup Reinert Hansen.
»Kirken mellem magterne« er útgivin á forlagnum ANIS og fæst til keyps í Gamla bókhandli í Havn.
-- -- -- -- -- -- -- --
FAKTA
12. apríl 1940 hersettu bretar Føroyar.
Formliga mótmælti Løgtingið, men helst var tað ein lætti, at onnur ikki hersettu Føroyar.Alt samband við Danmark varð kvett, og tí var tørvur á nýggjum mannagongdum fyri lóggávu og umsiting.
14. apríl 1940 kunngjørdi amtmaðurin, at »Det er en selvfølge, at Øernes statslige og kommunale Administration fortsættes som hidtil«. Tann 9. mai 1940 eru boðin tó hesi: »Lovforskrifter, der vedrører Færøerne, vedtages af lagtinget – efter forslag fra lagtinget eller amtet – og stadfæstes og kundgøres af amtmanden«.